5 mió. kr. eru settar av til at rullistarta hetta burturvilsta prosjekt, sum er mett til at kosta uml. 400 mió. kr. Men knappliga kemur tunnilin norður um Fjall upp úr gandahattinum, fær eina pengajáttan at byrja við í ár á nakrar mió. kr., og síðan heilar 70 mió. kr. játtað til næsta ár.
Hvat er játtað til Skúladepilin næsta ár? Ikki ein króna. Vit vita sostatt ikki um Skúladepilin verður lagdur á ís í nøkur ár, um nú kreppan versnar - vit eru von við, at skúlaprosjektið fær nøkur jalig orð á veg niður í frystiboksina. Skúladepilin skal byggjast, tað er játtað, men nær?
"Gandahatturin"
Tað síðsta, ið varð drigið upp úr gandahattinum, tað var ein ítróttarhøll til Sandoynna.
"HVAT!?" siga øll - eisini tíðindamaðurin í útvarpinum - hvar kom hatta frá, og hví? Hetta eiga lokalu kommunurnar at gjalda fyri. Hava sandoyingar veruliga einki áræði til at arbeiða fyri hesum? Hvar er B71 í hesum samanhangi? Hava teir ikki ungt fólk og raskar venjarar og leiðarar, til at hjálpa til við hesum? Er tað soleiðis; vit skulu bera okkum at framyvir; skriva biddarabræv (ella hvat nú enn er gjørt) til fíggjarmálaráharran, sum síðani følir eftir, hvat hann kann draga upp úr gandahattinum?
Um landið skal fíggja hesa ítróttarhøll - sum er steinur oman á byrðu eftir tunnilin norður um Fjall - hvussu verður við pengum til skúladepilin? Hvør trygd er fyri, at skúladepilin verður gjørdur innan rímiliga tíð, t.d. stendur liðugur um eini 5 ár? Vit, sum hava áhuga í sømiligum sømdum og lærdóm til ungdóm, eftirlýsa eina framskygta langtíðarætlan við skilagóðum raðfestingum.
Eg veit væl, at raðfesting og langtíðarætlanir eru hugtøk, sum eru at lesa og hoyra allastaðni í løtuni, og gott tað sama, tí tað tykist sum um okkara politikarar eru tunghoyrdir og seintfatandi. Eg meini bara: teir vita, hvussu illa stendur til allastaðni, og teir venda avlíkavæl 90° ella enntá 180° hvørja ferð, teir hava verið vístir á gongda leið av einum samfelagsfrøðingi, búskaparfrøðingi ella øðrum serfrøðingi. Tískil er tað neyðugt at endurtaka hesi tídningarmiklu hugtøk, raðfesting og langtíðarætlanir, ferð aftan á ferð - sum Cato í senatinum í Roma - fyri at fáa hesar tungu politikarar at vísa hesum týdningarmiklu mannagongdum ans.