Hvussu smittar corona-virus?

Hvat er corona-virus, hvar byrjaði útbrotið, og hvussu smittar virusið?

 

 

Hvat er coronavirus ella 2019-nCoV, sum ítøkiliga virusið í hesum føri verður rópt?

- Hetta er ein familja av virus, sum kann vera orsøk til mildari krímsjúku, men kann eisini hava við sær álvarsligar ígerðir í andaleiðini. Soleiðis var eitt nú við SARS (severe acute respiratory syndrome), sum var í stórum útbroti í 2003 - og MERS (middle east respiratory syndrome), sum síðan 2012 hevur elvt til álvarsligar ígerðir í lungunum, serliga á arabisku hálvoynni.

Danska Heilsustýrið vísir á, at 2019-nCoV er eitt nýtt slag av corona-virus, sum ikki áður er staðfest í menniskjum.

- Fyrsti tilburðurin varð funnin í býnum Wuhan í Hubei-landslutinum í Kina í desember í 2019. Tey, sum eru vorðin smittað, hava á røntgen-myndum víst tekin um lungnabruna - við fepri, turrum hosta og trupulleikum við andaleiðini, sigur Heilsustýrið.

Hvar byrjaði útbrotið?

- Í byrjanini rakti útbrotið fólk, sum høvdu havt samband við Huanan Seafood Wholesale Market í Wuhan í Kina. Kinesisku myndugleikarnir stongdu marknaðin hin 1. januar í ár. Á marknaðinum var fiskur, men eisini livandi vill og ald dýr. Hildið verður, at tey sjúku eru vorðin smittað av sambandinum við sjúk dýr á hesum marknaði.

Danska Heilsustýrið vísir á, at seinni er virusið - 2019-nCoV - staðfest á keypsmarknaðinum, men enn hevur ikki borið til endaliga at staðfesta sjálva smittukelduna.

Men, smitta - frá einum persóni til annan - vísir seg nú at vera høvuðsorsøkin til, at smittan breiðir seg í Kina.

- Smittan er eisini staðfest í fleiri øðrum londum uttan fyri Kina, men tað vísir seg, at upprunin í høvuðsheitum eru fólk, sum eru vorðin smittað í Wuhan.

Hvussu smittar virusið?

- Virusið smittar við sambandi við smittaði dýr, men neyva smittukeldan er higartil ikki staðfest.

Lagt verður aftrat, at nú gongur smittan millum menniskju - frá einum persóni til annan. Fólk í heilsuskipanini verða smittað av fólki, sum hava fingið virusið, og síðan gongur smittan millum fólk í familjum, har onkur longu er vorðin smittaður.

- Tað er væl kent fyri onnur sløg av coronavirus, sum eitt nú SARS og MERS-CoV, at fólk eru vorðin smittað við sambandi við fólk, ið frammanundan vóru smittað.

Danska Heilsustýrið vísir á, at smittukeldan í høvuðsheitum fer fram við tí, sum danir rópa ”direkte dråbepredning”, tá fólk njósa ella hosta - ella við óbeinleiðis sambandi, har fólk draga virus á seg, eitt nú við dálkaðum hondum.

##med2##