Hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku

Tað spyr Magni Arge, fólkatingsmaður, í spurningi settur til danska heilsumálaráðið

Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi, spyr heilsmálaráðkvinnuna Ellen Trane Nørby um fosturtøkur.

 

Hann vil hava at vita um tað finnast hagtøl fyri hvussu nógvar kvinnur, búsitandi í Føroyum, hava verið í Danmark og fingið eina fosturtøku framda tey seinastu 20 árini.

 

Magni Arge sigur, at sambært seinastu hagtølunum, so verða 36 fosturtøkur framdar í Føroyum av hvørjum 1000 barnsburðum, meðan sama tal í Danmark er 259 fosturtøkur fyri hvørjar 1000 barnsburðar. Magni Arge sigur, at ein orsøk kann verða, at galdandi lóg í Føroyum er frá 1956, meðan tann danska fosturtøkulógin er frá 1973 og er ikki eins avmarkandi sum tann galdandi í Føroyum.

 

Ein orsøk kann verða, at tað fara fleiri føroyskar kvinnur til Danmarkar at fáa fosturtøku og tí ikki síggjast aftur í føroysku hagtølunum. Tí spyr hann Ellen Nørby um tað finnast donsk tøl fyri hvussu nógvar føroyskar kvinnur fara til Danmarkar at fáa fosturtøku.