Aftaná at hava hoyrt skakandi etnisku roknisstykkini hjá donsku stjórnini, kom tað ikki so óvart á, nú ?nýggja dimma? tók tráðin upp eftir donsku lagsbrøðrunum. Vit Sandoyingar eru teir fyrstu sum skulu stúvast niður í nýfunna etniska sambandsroknileistin.
Gamaní. Tað er freistandi hjá einum ungum permustrembandi ?journalisti?at lofta nøkrum tølum, elta teimum saman við nøkrum bókstavum og hokus pokus! So nógv kostar ein Sandoyingur!
Uttan á nakran hátt at viðurkenna mær ábyrgdina av tí máta landsins politikarar hava roynt at loyst tann partin av føroyska samferðslukervinum, sum í dag eitur Meginøkið, Hestur, Sandoy, Skúvoy, so noyðist eg at viðganga ein farra av firtni, ella rættari sagt, innigyrdum fananskapi, nú eg sum sandoyingur og føroyingur, fyri aðru ferð innan eina viku verið bókførdur sum ein etnisk útreiðslukonto í hálovaða ríkisfelagsskapinum.
Sjálvur dugi eg, og nokk aðrir sandoyingar við mær, illa at síggja hví júst henda søgan skuldi varpast upp, og ei heldur við hvørjum endamáli! Um greinin hjá F.J. varð tann fyrsta av 30 viðvíkjandi samlaðu samferðsluútbyggingini í Føroyum, og hon bygdi á sakligt og væl granskað tilfar, so varð okkurt eg kundi lært av greinini.
Er endamálið hinvegin at fáa staðfest at vit Sandoyingar kosta samfelagnum meira enn gott er, so eigur viðkomandi skribentur at spenna sær skallan nakað betri, og lofta hinum tølunum sum eru við til at mynda samlaða rakstrarúrslitið fyri ymsu partarnar av landi okkara.
Sjálvur leggi eg einki at gera okkum í Sandoynni meir ella minni verd enn frændir okkara aðrastaðni í landinum. Sundurlyndi er nokk av, men ikki hevði tað verið heilt av leið um hesin góði F.J., líkasum til stuttleikar, enn einaferð spenti sær bollan, og roknaði eitt nú hvusssu nógv Sandoyggin lat føroyska samfelagnum av framleiðsuágóða og hinvegin tók aftur í almennum tænastum. Ikki er vist at etniska økið Sandoyggin tá varð skrivað við reyðum tølum í landsrokniskapinum.
Annars er tað nokk so at alt føroyska samferðslukervið, tíbetur kann nýtast bæði aftur og fram, av øllum landsins borgarum og gestum við. Eisini av F.J.
Páll á Reynatúgvu
Tjóðveldismaður og sandoyingur









