Hvussu nógv hevur tað higartil kostað landinum at landsstýrið er farið undir eina tilgongd at seta aåalstjóra í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum?
Tað skal Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú greiða alment frá.
Tað er Bjørn Kalsø, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum vil hava tøl á borðið fyri, hvussu nógv tað higartil hevur kostað landinum at lýsa eftir aðalstjóranum.
Málið hevur fingið fitt av umrøðu við tað, at John Rajani, sum setanarnevndin einmælt hevði innstillað til starvið, varð kortini vrakaður. Orsøkin er, at Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, ikki hevur álit á honum.
Bjørn Kalsø vísir á, at í setanartilgongdini hevur setanarbólkurin brúkt bæði uttanhýsis serfrøði, royndir og kanningar, og annað, fyri at finna fram til rætta umsøkjaran til starvið.
Men nú skal starvið so lýsast leyst av nýggjum og tí spyr Bjørn Kalsø eisini, nær tann nýggja setanartilgongdin byrjar.
Hann vil eisini hava at vita, hvussu spurningurin um gegni verður avgreiddur, nú ovasti setanarmyndugleikin, løgmaður og landsstýrismaður, longu at kalla alment hevur vrakað onkur av teimum, sum kunnu hugsast at søkja starvið, nú tað verður lýst leyst av nýggjum.
Annars vil Bjørn Kalsø eisini hava at vita, hvat ein aðalstjóri kostar landinum við høvdi og gørnum, og hann vil eisini hava løgmann at greiða frá, hvussu nógvir aðalstjórar eru, og um løgmaður heldur, at talið á aðalráðum er passaligt nú.