- Hevur tú ein rústrupulleika? Onkuntíð kann tað vera trupult at vita. Hvussu nógv er ov nógv? Hvat er tað fyri atferð og hjáárin, sum fylgja við einum rústrupulleika? Soleiðis stendur í einum ”rúti” á heimasíðuni www.datung.fo, har Blákrossheimið ynskir at ”fanga” ung tíðliga, sum hava rústrupulleikar.
Við sonevndu DAT-viðgerðini vilja fólk hjá Blákrossheiminum, sum øll eru útbúgvin innan hesa viðgerð, veita ungum so tíðliga sum gjørligt holla ambulanta hjálp, soleiðis at hesi seinni kunnu fáa eitt gott lív.
Tá In.fo vitjaði á Blákrossheiminum á Nesi herfyri, hittu vit virkandi leiðaran, Jüttu Olsen, ið røkir leiðarastarvið fyri Olgu Magnussen, sum er í farloyvi. Virkandi leiðarin, sum er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur starvast á Blákrossheiminum í fleiri ár, var bæði blíð og fyrikomandi.
Jütta Olsen greiddi okkum frá lutfalsliga nýggja tilboðnum hjá Blákrossheiminum, sum tey løgdu lunnar undir í fjør. Hetta er eitt ambulant tilboð fyri ung millum 15 og 18 ár, sum er staðsett í hølum hjá Bláa Krossi í Havn. Her eru ungfólk við ymiskum rúsevnistrupulleikum í dagsviðgerð.
- Hetta eru fólk, sum á ymiskan hátt hava havt trupult við at megna gerandisdagin. Viðgerðin, sum vit í hesum sambandi veita, verður rópt Dialektisk Atferðarterapi, stytt DAT - og á enskum DBT, sum stendur fyri Dialectical Behavioural Therapy.
Hon vísir á, at hetta er ein sálarfrøðiligur viðgerðarháttur við hollum vísindaligum grundarlagi, og hetta er ein viðgerðarháttur, sum hevur roynst væl í viðgerðini til tess at hjálpa fólki, sum eru vorðin bundin av rúsevnum. Í stuttum byggir DAT á, at eitt gott og javnvigað lív snýr seg um skilagóða kenslustýring.
- Tá ein persónur misbrúkar rúsdrekka ella onnur rúsandi evni, og er vorðin bundin at hesum, er sannlíkt, at viðkomandi dugir illa at stýra sínum kenslum á annan hátt. DAT-viðgerðin snýr seg um førleikamenning, so tann, ið upplivir kensluligt órógv, kann læra at stýra sínum kenslum á eina betri hátt.
Jütta Olsen sigur, at nevnda ambulanta tilboð hjá Blákrossheiminum er fyri ung millum 15 og 18 ár, og viðgerðin byggir á tey amboð, sum DAT hevur, og tilboðið í Havn hevur longu samband við fleiri ung, sum eru í dagsviðgerð.
Virkandi leiðarin sigur, at talan serliga er um ung, sum av einari ella aðrari orsøk rúsa seg fyri at regulera sínar truplu kenslur, og tá rúsurin er vorðin ein afturvendandi veruleiki, verður rúsurin eisini ein trupulleiki fyri hin rakta.
- Endamálið við ambulanta tilboðnum fyri ung er, at hesi framhaldandi skulu kunna ganga í skúla, vera til arbeiðis og annars vera í sínum egna umhvørvi, meðan tey eru í viðgerð. Vit brúka eisini DAT-viðgerð í okkara arbeiði sum part av tilboðnum á Blákrossheiminum á Nesi, leggur Jütta Olsen aftrat.