Hvussu ljóðar Cohen á føroyskum?

Hvussu Leonard Cohen ljóðar á føroyskum er ein spurningur, sum roynt verður at svara uppá í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í næstum, tá millum annað Hanus G. Johansen, Sámal Ravnsfjall, Kim Hansen, Bárður á Lakjuni og Niels Midjord fara at tulka Cohen á føroyskum. Týðingarnar verða tær hjá Niels Midjord og Alexander Kristiansen, skrivar Mentanarhúsið í Fuglafirði.

 

 

Niels Midjord gav í 2013 út fløgu við sangum hjá Leonard Cohen, sum umsettir vóru til føroyskt.

 

 

Tað verður 6. mai at møguleiki verður at hoyra kendu sangirnar, so sum Dance me to the end of love, Take this waltz og So long Marianne, sum á føroyskum eita Dansa meg til kærleikans trom, Tak ein vals og Farvæl Mariann. 

 

 

Leonard Cohen andaðist 7. november í fjør 82 ára gamal í Los Angeles.