Hotel Føroyar:
Framgongd á øllum økjum
? Tað hevur faktiskt gingið betur í 2004 enn tað gekk í 2003. Vit hava havt fleiri vitjandi og harvið ein vøkstur í aktivitetinum. Bæði hvat viðvíkur gistingum, matstovuni, fundarvirksemi og útlendskum ráðstevnum hava vit merkt eina javna øking ígjøgnum árið, so vit hava havt eitt gott ár.
Vøksturin í matstovuni kemst allarhelst av hugburðsbroytingini, sum er farin fram í Føroyum í seinastuni. Fólk brúka fleiri pengar uppá at fara út at hugna sær og fáa sær ein góðan bita, enn tey gjørdu fyrr. Tey bíleggja oftari mat út úr húsinum og halda oftari konfirmatiónir úti, ístaðin fyri heima.
At talið av gistingum er vaksið kemst av, at sesongin er longd munandi. Summargestirnir komu fyrr og fóru seinni í ár enn undanfarin ár, og tað ger stóran mun hjá okkum.
So alt í alt eitt sera gott ár fyri Hotel Føroyar.
Gríma:
Føroyingar vísa áhuga
? Vit eru vælnøgd við árið, sum nú fer. Vit hava havt fleiri leikir, og hava fingið rættiliga góða undirtøku, so tað er gott.
Fyrst høvdu vit Føroyingasøgu, sum gekk sera væl. Skúlar, børn, hálvvaksin, vaksin og eisini eldri fólk á eldrasambýlum sóu leikin, sum var vælumtóktur.
Síðani kom Vakurleikadrottningin, sum eisini gekk væl. Undirtøkan fyri honum kundi tó kanska verið betur.
NOT-kabarettin hevði eisini nógvar sýningar, og hon varð eisini uppaftur tikin seinni. So tað var absolut gott.
Útisjónleikin á òlavsøku vóru vit eisini øgiliga væl nøgd við. Vit fíltust eitt sindur á fíggjarliga partin, tí tað kostar jú nógv at skipa fyri einum slíkum leiki, men tað gekk sera striltið at fáa stuðlar. Og atgongumerki fær man heldur ikki selt... So tað gongur nakað útyvir restina av arbeiðnum.
Og nú hava vit so leikin um Elling og Kjell-Bjarna, sum gongur enn. Hann eru vit ræðuliga væl nøgd við, tí sera nógv fólk sæð tann leikin.
Tað, at Tjóðpallurin er á veg, ger eisini sjónleikarayrkið í Føroyum spennandi. Vónandi kann Tjóðpallurin gera hetta til eitt tryggari starv uppá sigt.
Men sum heild eru vit væl nøgd við árið.
Um framtíðina eru vit spent, og kanska eitt sindur bangin.
Salong Tóta
? Árið 2004 hevur sæð gott út hjá okkum. Tað hevur verið ein lítil minking síðani 2003, men ikki nakað, sum betýður nakað serligt.
Men serliga frá hálvum september og inntil jólaborðhaldini byrjaðu, merktu vit eina minking í mun til í fjør. Har er altíð ein perioda, har lítið er at gera, men vit merktu tað eyka væl í ár. Og eg haldi, at tað hevur verið so hjá øllum.
Hetta fakið er nokkso tengt at hvat hendir í samfelagnum. Eru serligar hendingar, vilja øll jú vera so fín um hárið.
Fólk hava ikki so nógvar pengar, men í frisøryrkinum hava vit altíð arbeiði, tí hóast tíðirnar versna, so verða fólk noydd at klippa sær við hvørt. Tá eru tað kanska heldur nýggju klæðini, sum verða spard.
Vit mugu eisini hava í huga, at tað hvørt ár lata fleiri og fleiri salongir upp, og tær skulu jú eisini hava kundar.
Men hóast eina minking, so hevur hetta ikki verið nakað ringt ár. Vit eru nøgdar og skulu ikki klaga.
Bilfríðkan
? Árið 2004 varð betur, enn vit høvdu roknað við. Vit fluttu niðan á Hjalla í maj, og síðani tá hava vit selt 100 bilar. Ætlanin var bert at selja teir bilarnar, sum vit høvdu á goymslu, men áhugin var so stórur fyri eini bruktbilasølu, at eg vænti, at vit halda bara fram.
Hóast vit eru inni á Hjalla, so er nógvur trafikkur. Meiri enn vit væntaðu.
Vanligu bilasølurnar hava mett eina minking á umleið 20 % síðani 2004, og serliga gremja tær seg um brúktu bilarnar, sum tykjast vera ringir at sleppa av við, og sum kosta teimum nógv. Men sum brúktbilasøla burturav, hava vit ikki rættiliga somu trupulleikar at dragast við, sum hinar bilasølurnar.
Áðrenn vit byrjaðu mettu vit, at vit fóru at selja 2 bilar um vikuna, men sølan hevur verið júst tað dupulta.
Òla Jákup úr Dímun, Bóndi:
2004 betur enn 2003
? Hetta hevur verið eitt gott ár. Eitt heilt gott ár. Tað er soleiðis hjá okkum, at veðrið hevur nógv at siga, hvussu árið verður, tí vit hava serliga seyð. Veðrið hevur verið sera gott í ár, og tað hevur gjørt, at seyðurin hevur verið væl fyri og trivist væl. Lembingin gekk væl, og tað hevur verið nógvur gróður alt árið, so vit hava absolut einki at fýlast á. Tað hevur ongantíð staðið á at sleppa av við kjøtið um heystið heldur, og tað var so heldur eingin trupulleiki í ár.
2003 var eitt gott ár, men 2004 var enn betri, og tað er sum sagt serliga veðrið, sum hevur nakað at siga um árið verður gott ella ringt.
So hóast vit hoyra um niðurgongd alla staðni í samfelagnum, so er tað bara positivt at frætta higani úr Dímun.
Balslev:
Nógv betur enn væntað
Àrið í ár hevur verið heilt, heilt rímiligt. Vit skulu lata væl at søluni, bæði í byggibúðini og timburdeildini. 2004 hevur faktiskt verið eitt kvink betur, enn vit roknaðu við fyri einum ári síðani. Vit roknaðu við eini afturgongd, men hon er snøgt sagt ikki har. Hóast tað ikki hava verið so øgiliga nógv sethús bygd, so hevur tað verið javnvigað av nógvum øðrum byggingum, t.d. barnagørðum. Ein orsøk til, at tað ikki vórðu bygd so nógv sethús í ár, kann vera tí, at tað hevur verið trot á grundøkjum, í øllum førum her í Havnini. Men nú stykkja teir út, so næsta ár sær kanska ikki púra eiðasørt út.
Hóast stóri vøksturin, sum sást ígjøgnum seinnu helvt av hálvfemsunum, ikki er at síggja longur, so hevur ein lítil vøkstur verið síðani 2003. Men tað líkist alsamt meiri eini staginatión efirhondini. Men við teimum væntanum, sum vit høvdu undan árinum, kunnu vit bara vera væltilfreds við árið.
Uppboðssølan Fiskamarknaður Føroya á Toftum
Nógv verri enn í fjør
? Hetta árið hevur verið nógv verri enn í fjør. Tað hava verið verri prísir og minni fiskur, so hóast alt ikki er endaliga uppgjøt enn, so er stórur prosentmunur á 2003 og 2004. Prísirnir eru falnir fyri øll fiskasløg; tað er bert saltfiskurin, sum er nøkulunda stabilur.
Fleiri orsøkir eru til niðurgiongdina. Prísurin ávirkast av, hvussu eftirspurningurin er í Europa og av kursinum. Eftirspurningurin hevur verið dalandi og dollarin hevur somuleiðis verið lágur í alt ár, og tað merkja vit væl. Ein onnur orsøk er sjálvandi, at tað í ár eru komnir fleiri, sum taka sær av avreiðing, og tí verður minni arbeiði í part.
Tað er næstan ómøguligt at spáa um kursin og eftirspurningin, men av tí, at vit frammanundan vistu, at tað fóru at koma fleiri støð at landa, so var tað eitt sindur væntandi, at árið fór at gerast verri enn í fjør.
Men umframt lága prísin, hevur eisini verið minni fiskur, og vit hava havt nógv minni at gjørt í ár, í mun til í fjør.
Eg haldi, at tað er sama gongin allastaðni innan fiskivinnuna, eisini hjá skipunum.










