Nakað av tjaki hevur verið í seinastuni um frágreiðingina hjá búskaparráðnum. Tjakast hevur serliga verið um uppskotið um fiskidagamarknað, meðan hin parturin av frágreiðingini, sum er um konjunkturgongdina í løtuni, stórt sæð ikki hevur verið umrøddur. Í hesi greinini verður farið eitt sindur inn á analysurnar í konjunkturpartinum fyri at hyggja nærri at um niðurstøðan, um at búskapurin hevur ov nógva ferð, eru røtt.
Frágreiðingin
Niðurstøðan í frágreiðingini frá búskaparráðnum er tann, at føroyski búskapurin hevur ov nógva ferð og eigur avgjørt at tálmast. Metingin er serliga gjørd út frá lønartølum og sethúsaprísunum.
Lønartølini
Á fyrstu síðu í frágreiðingini stendur: ?Tølini fram til november 1999 góvu ikki nýggjar orsøkir til at tátta í búskaparliga, men desember lønargjaldingarnar vóru sera stórar. Um desembertølini eru brot á ta gongdina, sum var fram til november, so eigur at vera tátta í longu tíðliga í vár.? og á síðu 3 stendur: ?Nýggjastu tølini geva orsøk til álvarsliga at umhugsa at tátta í búskaparliga?.
Niðurstøðan er sostatt, at sjálvt um tølini fram til november ikki geva nakra orsøk til at tátta í, so vóru desember lønargjaldingarnar so stórar, at tað eigur at vera tátta í búskaparliga. Tað átti at verið óneyðugt at sagt, at eingin analysa má taka støði í einum einstøkum mánaði. Sjálvsagt eigur tú at hyggja eftir einum samlaðum tíðarskeiði, fyri at meta um gongdina. Serliga í einum lítlum samfelagið eigur eingin mánaður at standa fyri seg sjálvan, tí sveiggini frá einum mánað til annan eru so stór.
Harumframt eru Føroyar eitt fiskivinnusamfelag, har avreiðingarnar og harvið lønargjaldingarnar kunnu vera stórar ein mánað, fyri so at vera minni næsta mánað. At enda er talan um desember mánað, jólamánaðin, har handlarnir taka eyka arbeiðsmegi inn í sambandi við jólasøluna.
Um nakað, so átti búskaparráðið at sagt, at desember mánaður er so øðrvísi, at einki haldfast kann sigast út frá hesum og tí síggja vit burtur frá lønargjaldingunum í desember. Harvið hevði niðurstøðan verið ? og vit endurtaka sitatið frá fyrr av: ?Tølini fram til november 1999 góvu ikki nýggjar orsøkir til at tátta í búskaparliga.?
Hetta er ein heilt onnur niðurstøða enn tann búskaparráðið sjálvt kemur við í frágreiðingini, og sum verður endurtikin ferð eftir ferð í frágreiðingini.
Sethúsaprísirnir
Eitt annað, sum búskaparráðið nýtir til at rættvísgera niðurstøðuna við, eru tølini fyri sethúsaprísirnar. Á fyrstu síðu stendur: ?Arbeiðsloysið minkar framvegis, og í summum vinnum eru nú tekin um fløskuhálsar. Í byggivinnuni er til dømis sera nógv virksemi, og hetta sæst aftur í húsaprísunum, sum eru hækkaðir nógv seinasta árið.?
Analytiskt er tað ikki rætt at siga, at tað er tað stóra virksemi í byggivinnuni, sum fær húsaprísirnar at hækka. Sjálvandi er tað ikki so tað hongur saman. Tað er tann økti eftirspurningurin eftir húsum, sum fær húsaprísin at hækka og sami eftirspurningur setur gongd á sethúsabyggingina og harvið økist virksemi í byggivinnuni.
Sambært sitatinum omanfyri er mest álvarsami fløskuhálsur vantandi arbeiðsmegi innan byggivinnuna. Eg eri samdur í hesum. Hetta er nakað tú sært aftur í øllum londum, at byggivinnan hevur ilt við at fáa nokk av arbeiðsmegi í einum hákonjunkturi og tí fært tú fløskuhálsar. Spurningurin er bert um fløskuhálsurin er veruligur, t.e. um tað veruliga er mangul á arbeiðsmegi innan byggivinnuna.
Á myndini á síðu 9 í frágreiðingini sæst gongdin á sethúsaprísinum í Tórshavn og fyri alt landið. Ongin ivi er um, at sethúsaprísurin í Tórshavn er vaksin munandi meriri enn meðalprísurin fyri alt landið. Hetta kemst av at flytingin inn í landið eftir kreppuna hevur mest verið til Tórshavn og tískil er eftirspurningurin eftir íbúðum í Tórshavn vaksin nógv og harvið er sethúsaprísurin og sethúsabyggingin í Tórshavn vaksin. Talan er sostatt um ein lokalan fløskuháls og ikki um ein fløskuháls fyri alt landið.
Fløskuhálsurin kann tó vera álvarsamur, sjálvt um hann bert er í Tórshavn. Tórshavn er hóast alt ein sera stórur partur av búskapinum. Um vit hyggja nærri eftir myndini yvir sethúsaprísirnar sæst, at prísurin als ikki er øktur serliga nógv seinastu trý árini. Heldur er talan um, at hann er komin upp á eina príslegu og sær ikki út til at broytast stórvegis framyvir. Hetta samsvarar ikki væl við at búskapurin skal vera komin inn í eina yvirupphiting.
Vit kunnu eisini spyrja hvat tað er fyri ein príslega vit eru komin upp á. Við at samanlíkna við prísin í 80?unum sæst at støðið er nakað tað sama sum í 1986-87, tvs. áðrenn búskapurin bleiv heilt heitur í endanum av 80?unum. Um vit nú taka hædd fyri at eisini sethúsaprísurin hevur eina ?inflatión? í sær, soleiðis at vit siga at sethúsaprísurin skal hava loyvi at hækka eini 2,5 % um árið, sum er lægri enn tað sum prísvøksturin hevur verið seinastu árini, so er sethúsaprísurin í dag lægri enn hann var í 1985. Tvs. at sjálvt um eftirspurningurin eftir húsum er øktur munandi seinastu árini, so er prísurin í dag enn lægri enn hann var í 1985. Neyvan kann sigast at sethúsaprísurin gevur tekin um at búskapurin er yvirupphitaður.
Skatturin
Skatta- og avgjaldshækkingar verða nevndar sum eitt amboð, ið kann nýtast til at tálma vøksturin við. Á síðu 3 stendur:
?Í evsta føri kann geast neyðugt við skatta- og avgjaldshækkingum. Hetta er ein loysn, sum landsstýrið eftir ráðsins tykki, so vítt møguligt ikki skal nýta, tí skattatrýstið er eisini við til at skapa lønartrýst og prísvøkstur og harvið versnandi kappingarføri. Generellar skatta- og avgjaldshækkingar raka helst fyrst og fremst innflutningin, heldur enn virksemið í Føroyum, og eru tí ikki so málrættað móti at linka trýstið á arbeiðsmarknaðinum.?
Um ein skattahækking ikki er við til at linka trýstið á arbeiðsmarknaðinum, men í staðin er við at økja um lønartrýstið, hví so ikki gjøgnumføra ein ordiliga skattalækking??? Hetta hevði jú ikki ávirka arbeiðsmarknaðin, men hevði minkað munandi um lønartrýstið, soleiðis at kappingarførið hevði blivi munandi betur.
Hetta sigi eg í skemti, tí tað er eyðsæð at samanhangurin ikki er so sum búskaparráðið sigur. Um skatturin hækkar, minkar inntøkan hjá fólki og harvið minkar eftirspurningurin í samfelagnum. Hetta hevur sjálvsagt árin á arbeiðsmarknaðin, soleiðis at lønartrýstið minkar og ikki økist. Av tí at inntøkan hjá fólki minkar, so eru møguleikarnir fyri at fáa fígging til íløgur í vinnulívið verri, og íløguhugurin minkar, tískil gerst kappingarførið verri tá skatturin hækkar.
Annars er tað óhugnaligt at lesa á síðu 3: ?Niðanfyri eru nevnd nøkur strukturell tiltøk, sum landsstýrið undir øllum umstøðum eigur at fremja uttan mun til gongdina, men sum helst eiga at verða framskundað, soleiðis sum gongdin er í løtuni. Um vøksturin stendur við, so verður helst eisini neyðugt at útskjóta og toyggja almennar íløgur.? Eg kundi ikki lata vera við at lesa tað øðrvísi enn so, at um ein rest av búskaparvøkstri er eftir, aftaná øll hini tiltøkini, so er neyðugt at gera eitthvørt afturat fyri at tryggja okkum at eingin vøkstur verður eftir. Vanliga royna búskaparfrøðingar at finna út av hvussu vit kunnu tryggja okkum so høgan búskaparvøkstur sum gjørligt, og ikki royna at finna út av hvussu vit kunnu beina fyri vøkstrinum.
Arbeiðsloysi
At enda vil eg knýta eina viðmerking til umrøðuna av arbeiðsloysinum í frágreiðingini. Á síðu 8 stendur, at arbeiðsloysið nú er umleið 6% og tískil er arbeiðsloysið næstan burtur.
Eg vóni ikki at vit í Føroyum gerast nøgd við at hava eitt arbeiðsloysi á 6% og samstundis siga at búskapurin er yvirupphitaður. Sjálvandi vil eitt ávíst arbeiðsloysi altíð vera í einum búskapi, sum hjálpir fólki, ið eru vorin arbeiðsleys, men hetta skuldi gjarna ikki verið heili 6%.
Niðurstøðan
Mín niðurstøða er sostatt, at eg ikki haldi analysuna hjá búskaparráðnum vera nøktandi og hetta hevur samstundis við sær, at eg meti at niðurstøðan hjá búskaparráðnum er skeiv.
Búskaparráðið metir at føroyski búskapurin er yvirupphitaður og at neyðugt er at tátta í fyri at fløskuhálsarnir ikki skulu gerast ov álvarsamir. Eg meti tvørturímóti, at búskapurin hevur ikki ov nógva ferð sum støðan er í dag, men er farin frá at vera øskukaldur til at hava ein ávísan temperatur. Hervið meini eg eisini, at tað ikki er neyðugt at fremja tiltøk, sum avmarka búskaparvøksturin.
Sjálvandi eiga vit altíð at ansa eftir at búskapurin ikki verður yvirupphitaður, og tí skal henda viðmerkingin frá mær ikki skiljast so, at eg meini at vit bara kunnu gera akkurát sum vit vilja í løtuni og gera allar tær íløgurnar vit hava hug til. Sjálvandi skulu vit ansa okkum og spjaða íløgurnar yvir eitt ávíst áramál.
Magni Laksáfoss
Búskaparfrøðingur.










