Hvussu gongur við stóru tunnilsverkætlanunum?

Hevur tú hug at vita, hvussu gongur við stóru tunnilsverkætlanunum, verður almennur fundur um ætlaninar á Svangaskarði í annaðkvøld.

Hóskvøldið 13. november klokkan 20 - tað er í annaðkvøld - skipar Samhald fyri almennum tunnilsfundi á Svangaskarði. Nevndarformaður og stjóri fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar fara at luttaka.

 

Møguleiki verður at fáa kunnleika um, hvussu tað gongur við fyrireikingunum at koma í gongd við at gera undirsjóvartunnilin millum Streymoynna og Skálafjørðin.

 

Á fundinum fara Bergur Poulsen, nevndarformaður og Teitur Samuelsen, stjóri, vegna P/F Eystur- og Sandoyartunlar eitt nú at greiða frá, hvussu langt felagið er komið við fyrireikingunum, og hvussu tíðarætlanini sær út.

 

Á heimasíðuni hjá Nes kommunu - www.nes.fo - vita tey at siga, at kórið úr Undirhúsinum á Toftum fer at luttaka, og at tunnilsfundurin á Svangaskarði í annaðkvøld er almennur.