Hvussu gongur við Boðanesheiminum, Heðin ?

Borgarafundurin var 28/1-2009. Aftan á fundin var ein kjaksending í sjónvarpinum, har Rósa Samuelsen, Heðin Mortensen og eg luttóku. Har varð millum annað sagt, at tað skuldi ikki ganga rúm tíð, áðrenn eitt røktarheim stóð úti á Boðanesi, sum skuldi hava 64 búðpláss.

Nú skriva vit 5. september 2010. Heimið hevur longu fingið navn, men enn er spakin ikki settur í til at byrja byggingina.
Vit síggja við jøvnum millumbili, at skrivað verður í bløðini um tey gomlu, sum liva undir óvirðiligum umstøðum, tað hava vit sæð fleiri dømi um. Ein kona kærdi herfyri sína neyð. Maður hennara, sum er vorðin hjálparsleysur, er røktarsjúklingur, er endaður á sjúkrahúsinum í Klaksvík, sjálvt um tey altíð hevur búð í Havn. Pláss er ikki fyri honum á Landsjúkrahúsinum longur, og einki røktarheim er at fara á. Hettar er ikki nakað eindømi. Støðan er einki broytt, enn liggja liðugtviðgjørd gomul fólk á Landsjúkrahúsinum alt ov leingi, tey eru røktarsjúklingar og hava ongastaðni at fara. Sama søgan, nú næstan 2 ár aftan á borgarafundin. Tummas í Garði úttalaði seg um tað sama, segði at Landsjúkrahúsið ikki hevði ábyrgdina av sjúklingum, tá tey vóru liðugtviðgjørd, tað var Tórshavnar kommuna sum mátti hava ábyrgd av sínum borgarum. So kemur svar í Dimmalætting 3. september, frá Heðin Mortensen, har hann sigur: »Tað er ikki kommunan ið hevur ábyrgdina av eldraøkinum, tað hevur landið.« Kommunan hevur í lóggávu fingið heimild til at byggja ellis- og røktarheim, um landsstýrið góðkennir verkætlanina og játtar rakstur til heimini. Hettar merkir ikki, at kommunurnar hava ábyrgd av, at fólk, ið hava tørv á røkt fáa hana.
Hettar »skurrar« í mínum oyrum. Trupulleikin er, at kommunan hevur einki røktarheim at bjóða hesum somu fólkum, hví? Tí onkur hevur sovið í tímanum og ikki fylgt upp uppá, hvussu stórur tørvurin er. Um tað er land ella kommuna er revnandi líka mikið. Tað virkar so óbúgvið at keglast í bløðunum um, hvør hevur ábyrgdina, ístaðinfyri at TAKA ábyrgd og gera nakað við trupulleikan. Vit hava ØLL ábyrgd av at okkara gomlu verða virðiliga viðfarin, serliga politikararnir, vildi eg hildið.
Um man ikki kann finna útav at arbeiði yvir um mørk í Føroyum við 50.000 íbúgvum, ja so er ikki ringt at skilja, hví tað er kríggj úti í tí stóru verð. Vælsignan eigi tykkum, byrjið at arbeiða fyri at fólkið fær tað betur, og gravið hasa barnsligu stoltheitina niður