Hvussu fer Sonja Jógvansdóttir at halda altjóða kvinnudagin?

”Hey Heini,

 

Í sambandi við Kvinnudagin ætla vit bara at hava greinar um kvinnur í Vikuskifti. Hevur tú møguleika at gera eina kvinnurelevanta bloggu?”

 

Eina kvinnurelevanta bloggu? Tá eg las omanfyri standandi teldupost frá einum harra ovarlaga í hierarkinum í Vágsbotni, fóru tankarnir at mala. Tí hvat er ein “kvinnurelevant” blogga í mun til allar aðrar bloggur? Er ein “vanlig” blogga so ein “mannlig” blogga, meðan vit í undantaksstøðu altjóða kvinnudagin skriva eina bloggu bert til kvinnur?

 

Eg havi einki svar. Og orsøkin er, at alt hetta býtið av “tí mannliga” og “tí kvinnuliga” hongur mær og mongum øðrum langt út úr hálsinum. Alt hetta prátið um tey hørðu mannligu virðini øðrumegin og tey bleytu kvinnuligu virðini hinumegin, sum var so dominerandi í valstríðnum, at tað einasta, sum manglaði, vóru vallyfti um forboð ímóti motorsúkklum, Premier League, viagra, undirhúsinum og Tekniska Skúla.

 

Vit kunnu øll vera samd um, at vantandi javnstøðan í Føroyum er ein stór og fúl skomm, at stríðið fyri øktari javnstøðu er eitt háborið politiskt mál, og at tað var ein gleðisdagur, tá talið av parlamentarisku kvinnuumboðanini meiri enn tvífaldaðist tann 19. januar (hóast vit als ikki eru komin á mál).

 

Men hvat snúði tann upprunaligi bardagin fyri øktari javnstøðu seg um? Jú, hann snúði seg júst um at dekonstruera uppbýtið av tí mannliga og tí kvinnuliga. Hann snúði seg um at gera upp við ein diskurs, sum hevur góðtikið hugtakið “kyn” og hugmyndina um eitt mannligt og eitt kvinnuligt univers. Beint ímóti patriarkalska og tignarliga fedrasamfelagnum var kjarnuboðskapurin hjá Mary Wollstonecraft, Margaret Mead og Simone de Beauvoir, at hugtakið “kyn” er ein kulturell og sosial konstruktión, sum í øldir hevur verið nýtt til at reprodusera eksisterandi valdsstrukturar. Ein parasittur, sum hevur gnagað seg fastan í okkara mentan og tilvitsku, og sum skal blakast á øskudungan ongantíð ov skjótt. Fyrst og fremst við at avnokta sjálva premissuna um eina kvinnuliga og eina mannliga sferu, og við at gera upp við hugmyndina um, at lívfrøðin skal tæna sum ein legitimur grundarsteinur undir valds- og uppgávubýtinum í tí sosiala og politiska rúminum, sum ein góð reyðgløðandi vinkona mín ein dagin tók til.

 

Hetta skuldi verið logikkur fyri búrhønur. Men partar av sokallaðu føroysku feministunum føra í staðin eitt umvent javnstøðustríð, sum einans endurframleiðir gróðursettu hugsanina um menn øðrumegin og kvinnur hinumegin. Í staðin skulu vit promovera boðskapin um, at samfelagið er ein grá grynna av fjølbroyttum menniskjum, har slag av kyni – eins og slag av húðaliti, kynsligari orientering, trúgv o.s.fr. – er sekundert og óviðkomandi í mun til førleika og dugnaskap. Tástani hava vit sanna javnstøðu.

 

***

 

Her í Ísrael hava tvær kvinnur verið í miðdeplinum alla vikuna. Seinasta vikuskifti stóð Gaza í ljósum loga, tá ísraelski herurin framdi eina harðrenda atsókn, og heilir 107 palestinar lótu lív, harav fleiri sivil og millum teirra tíggjutals børn og ung. Hetta vóru harðastu samanbrestirnir millum Hamas og ísraelska herin síðani 2005, og nú royna tær báðar Condoleezza Rice og Tzipi Livni, uttanríkisráðharrar hjá USA og Ísrael, at bjarga skroypiligu friðarsamráðingunum millum Ísrael og palestinska sjálvstýrismyndugleikan. Ein myndugleiki, sum viknar í hvørjum yvir fyri militantu Hamas-rørsluni, sum Ísrael fær truplari og truplari við at halda uttanfyri samráðingarhølini.

 

Gud viti, hvussu tær báðar Condi og Livni fara at hátíðarhalda altjóða kvinnudagin? Eg ivist í, at tað verður við at lesa um kremfarvaðar kommodur, nýggjasta hondkremið og vakrastu Oscar-kjólarnar í ísraelsku útgávuni av Kvinna, Alt for Damerne, Vogue ella fyri tað kvinnuserblaðnum hjá Sosialinum.

 

Og tað vænti eg heldur ikki, at Kristina Háfoss, Helena Dam á Neystabø, Sonja Jógvansdóttir, Dagmar Joensen Næs, Marita Rasmussen ella Rúna Hilduberg fara at gera.

---------

heini_skorini@yahoo.com