Nú tað frættist, at Tórshavnar býráð hevur gjørt av, at stjórar og aðrir leiðarar í umsitingini hjá kommununi skulu flytast upp í lønarflokk soleiðis, at størri munur verður á lønini hjá teimum og øðrum starvsfólkum í kommununi, kundi eg hugsa mær at sett lønardeildini hjá Tórshavnar býráð nakrar spurningar:
Hvussu eitur tann lønarflokkur, sum arbeiðsmenninir hjá kommununi eru løntir eftir?
Hvussu eitur tann lønarflokkur, sum pensjónistarnir eru løntir eftir?
Og at enda:
Hvar eru verka- og arbeiðarafeløgnin í hesum døgum?