Hvonn Live undir nýtt ár

Ársins fyrsta Hvonn Live sending verður leygarkvøldið. Gestir í fyrstu sendingini verða Pipar & Salt, Christal, Jón Brian Hvidtfeldt og Rósa Samuelsen. Rás2 fer leygarkvøldið undir eina nýggja røð av Hvonn Live sendingum. Hetta er live tiltøk, sum Rás2 hevur á Hvonn í Havn, og sum verða send beinleiðis á rásini. Rás2 fór undir hesa sendirøð fyri einum ári síðani, og eftir ein jólasteðg, verður røðin tikin uppaftur leygarkvøldið.

 

Í fyrstu sendingini verður pipar og salt stroytt á Hvonn. Landskendu skemtararnir fara at tosa um stuttleika og álvara, og teir undirhalda eisini.

 

Føroyska poppsongkvinna Christal, sum roynir at vinna fram í Danmark, flýgur til Føroya og framførir live. Eisini verður tosað við hana.

 

Tvey fólk, sum veruliga hava verið í ódnarveðri seinastu tíðina, leggja eisini leiðina fram við á Hvonn. Jón Brian Hvidtfeldt, sum Kringvarpsstjórin vil siga úr starvi sum tíðindaleiðari, fer at svara spurningum um journalistar, sum skjóta og verða skotnir. Og umstrídda landsstýriskvinnan Rósa Sameulsen fer at siga, hvussu hon hevur uppliva politiska ódnarveðrið, sum hon hevur verið í.

 

Hvonn Live er á skránni leygarkvøldið frá klokkan 20. Fólk kunnu fylgja tiltakinum á Hvonn ella lurta á Rás2.