Hvørja nátt hesa vikuna hava russar lopið á Kyiv

Loftávaringar vóru í gongd í Kyiv og øðrum ukrainkum býum í tríggjar tímar í nátt.

Aftur í nátt hava russar framt dronu-álop á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv.

 

Sambært myndugleikunum í landinum eru higartil ongar fráboðanir komnar um, at nakar hevur fingið løstir í álopunum.

 

Hvørja nátt hesa vikuna hava russar lopið á Kyiv og aðrar býir í Ukraina.

 

Í høvuðsstaðnum hoyrdu fólk fleiri spreingingar í nátt, og loftávaringar vóru í gongd í tríggjar tímar fram til klokkan 04 lokala tíð.

 

Myndugleikarnir í Ukraina siga, at loftverjan hevur skotið niður álopsdronur, sum stýrdu eftir málum í Kyiv.

 

Men, sagt verður einki um, hvussu nógvar dronur vóru í loftrýminum yvir høvuðsstaðnum - og øðrum ukrainskum býum - í nátt.

 

Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi í morgun.