Vegna Býarbókasavnið sigur Hanne Magnussen, bókavørður, at tey nú fara at skipa fyri einari fotokapping um, hvør kann taka besta bókasavnsmyndina.
Myndevnið er frítt, og einasta treyt er, at myndin á ein ella annan hátt kann knýtast at Býarbókasavninum.
Tað er eisini ein treyt, at Býarbókasavnið sleppur at brúka innkomnu myndirnar í greinum, lýsingum og øðrum tilfari til marknaðarføring av Býarbókasavninum.
Ein óheft dómsnevnd fer at velja tríggjar tær bestu myndirnar út, og freistin at senda inn myndir er sett til sunnudagin hin 23. mars.
Lagt verður aftrat, at myndirnar skulu sendast til fotokapping(at)bbs.fo og hin 1. apríl verða vinnararnir kunngjørdir á almennari mótøku á 45 ára haldinum hjá Byarbókasavninum.
Framsýning av innkomnu myndunum verður á niðastu hædd.