Hvør tryggjar borgaran?

Skal ein døma eftir viðmerkingunum hjá meirlutanum í Trivnaðarnevndini til lógaruppskotið hjá Anniku Olsen; landsstýriskvinnu um heimatænastu, eldrarøkt v.m. so er tað so væl skrivað at bert er neyðugt við “smærri” broytingum í orðingunum fyri at tað skal stemmast ígjøgnum.

Í andsøgn til hetta stendur ein langur listi av viðmerkingum frá minnilutanum í trivnaðarnevndini sum umhandla:

 

●      fígging av økiðnum

●      hongur játtanin saman við tørvinum

●      latið verður upp fryi privatisering uttan at seta faklig krøv

●      einki minimumskrav til hvørjar tænastur skulu veitast

●      endurvenjing og heimarøkt eru skerd inn á bein

●      einki garanti er fyri einari upp prioritring áðrenn økið skal leggjast út

 

og fleiri aðrar álvarsamar viðmerkingar.

 

Ein kann bert gita  hví meirilutin og minnilutin í Trivnaðarnevndini standa so fjart frá hvørjum ørðum, men eftir mínum tykki týðir hetta ikki uppá eina reella viðgerð av lógaruppskotinum. Meirilutin í Trivnaðarnevndini fyriheldur seg ikki til tey hoyringsskriv sum er viðløgd. Heldur ikki fyriheldur meirilutin seg til tær ávaringar, sum eru komar ímóti valda leisti.

 

Tað sum loypir í eyguni á mær eru tey “smærru” broytinganaruppskot sum meirilutin í trivnaðarnevndini hevur. Har er einki uppskot sum skal tryggja dygdina innan økið og einki uppskot sum tryggjar borgaran.

Allar broytinganar ganga uppá at tryggja kommununum ávirkan á tær kunngerðir sum koma at fylgja við lógaruppskotinum. Hetta er tankavekjandi.

 

Hvussu ber tað til at hugsjónin til hesa lóg er so ymisk alt eftir um man er í samgongu ella anstøðu.

 

Hvør eigur at tryggja borgaran tá tað mest avgerðandi er at fáa lógaruppskotið ígjøgnum íistaðin fyri at tosa og fyrihalda seg til tey stóru og truplu punktini.

 

Hví síggi eg hetta sum ein trupulleika

Tosað verður um at fíggja økið eftir hvat tað kostar í dag. Eftirhondini má sjálvt tann mest tornæmi føroyingurin hava fatað, at økið er niðurpínt fíggjarliga. Ræðusøgur hava verið frammi um støðuna. Vaktinar hjá starvsfólkinum eru styttar. Bygningar eru niðurslitnir. Vit hava enntá hoyrt at neyðugt kann verða at spara tað føroyska kjøtið burtur, tí peningur er ikki til slíkt luksus. Tilboðini til brúkaran um venjing eru rímulig í ávísum økjum, men eksistera ikki aðrastaðni. Vandin er stórur fyri at ójavnin á tænastustøðnum verður størri.

 

Hví seta krøv um fakligan førðleika

Okkara grannalond hava roynt seg við ymiskum útgávum av umsiting av eldraøkinum. Svøríki er tað landið sum hevur størst royndir innan privatisering av tænastum. Tað sum skuldi vera so gott, vísti seg at blíva størsta gøla fyri vælferar samfelagið, sum kundi henda.

 

●      Røktarheimsdeildir har búðfólkini lógu í songini allan dagin.

●      Blæður sum ikki blivu skiftar.

●      Fólk við stórum liggisárum.

●      Starvsfólk beint inn frá gøtuni uttan nakrar fakligar førleikar.

 

Søgunar eru óhugnaligar og  eiga ikki at kunna koma fyri. Vit skulu tó ikki billa okkum inn at vit klára hetta betri. Tann sum er sperdur fíggjarliga handlar hareftir og eru eingi faklig krøv í lógini er ikki neyðugt at taka faklig atlit.

 

Hví seta krøv um minimums tænastu

Í Finlandið hevði man sama hugburð sum  landsstýriskvinnan í almannamálum hevur. Álit á kommunurnar. Hesum kom man ikki langt við í Finnlandi. Tað gingu nøkur ár so var neyuðugt hjá finsku stjørnini at áseta lógir um minimumstænastustøði. Tað vísti seg at kommunur, sum vóru fíggjarliga sperdar, niðurprioriteraðu økið. Hjá okkum hevur man valt ein leist, sum ikki oyramerkir peningin til heimatænastuna. Tá hetta gekk upp fyri einum kommunalpolitikara glapp úr honum “hetta verður gott at asvaltera við”. Eg veit ikki um eg skal gráta ella flenna, men útsøgn av hesum slag styrkir meg í trúnni uppá, at neyðugt er við einari lógarásettari minimumstænastu.

 

Smáar kommunur

Sjálvt um landsstýriskvinnan í almannamálum “tvingar” kommununar at samstarva innan heimatænastuna, eru økini smá og fíggjarligi førðleikin  hareftir. Hetta viðførðir at økini vera sárbær fyri óvantaðum útreiðslum.

Seinastu árini eru fleiri og fleiri fólk, sum velja at vera heima sjálvt um tey eru álvarsliga sjúk. Hesum fólkum tørvar stórar ressoursir í eitt ávíst tíðarskeið samstundis, sum vit onga ávirkan hava á tali av teimum. Bara ein slíkur brúkari kann koppa alla planlegging fyri alla heimatænastuna tá ønkini eru so smáð. Hvat gera kommununar um man hevur fleiri slíkar brúkarar í sama ári. Hvussu kann ein kommuna gjalda fyri eina respiratorbrúkara, ið skal hava fólk rundan um seg allan sólarringin? dømini eru nógv, tíverri.

 

Økið sum útbúgvingaøki

Spurningurin um heimatænastuna sum útbúgnvingarøki hevur als ikki verið ein partur av hesum máli. Økið er ein stórur partur av útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar. Politikkarar eru kunnaðir um hvussu alvorligt tað er fyri tilgongdina av nýggjum starvsfólkum innan heilsuøkið. Teir kommunalpolitikkarnir sum eg havi tosa við siga bart út, at tað ikki er teirra uppgáva at tryggja tilgongdina av starvsfólkum til heilsuverkið.

Eitt er sikkurt. Føroyar er illa statt um tilgongdin av nýggjum sjúkrarøktarfrøðingum verður ávirka. Sum er, hava føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar hægsta miðalaldur samanborið við hini norðanlondini og lægsta útbúgvingarkapasitet av sjúkrarøktarfrøðingum.

 

Vegna Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar

Óluva í Gong, forkvinna