Hin 19. august varð eitt russiskt bumbuflogfar av slagnum Tu-22 álopið og helst oyðilagt á flogstøðini, Soltskij 2 í Novgorod í Russlandi.
Soltskij-2 liggur 650 kilometrar úr ukrainska markinum. Sambært russiska verjumálaráðnum varð álopið framt við einari dronu.
Nú eru tey í bretska verjumálaráðnum í iva um, hvørt álopið er framt úr Ukraina - ella, um dronan er send úr Russlandi, tí teinurin úr Ukraina er so langur.
Bretar siga seg ivast í, um slagið av dronu, sum varð brúkt í álopinum, kann ferðast so langt, sum at røkka flogstøðini Soltskij-2 í Novgorod.
Í bretska verjumálaráðnum hava tey illgruna um, at dronan møguliga er send úr russiskum øki.
Langtberandi Tu-22-flogfarið er eitt av flaggskipunum hjá Vladimir Putin, forseta.
Hesi flogfør, sum Russland hevur brúkt í álopum á Ukraina, flúgva tvær ferðir skjótari, enn ljóðið ferðast.
##med2##












