Hvør er ársins fyrstihjálpari 2023?

Reyði Krossur sóknast eftir uppskotum, at heiðra sum Ársins Fyrstihjálpari 2023

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp. Eisini verður Ársins Barnaheiður latin børnum, ið hava útint serstakt avrik innan fyrstuhjálp.

 

Uppskot kunnu sendast Reyða Krossi á heimasíðuni, www.redcross.fo/tilnevning, ella á redcross@redcross.fo.

 

Freistin at senda uppskot inn er 1. februar 2024.