Ein viðmerking/hugleiðing til kjakið sum klumman hjá Rudy Helena Heinesen setti hol á. Hvat er trupulleikin?
Nútíðarsamfelagið
Vit liva í einum samfelagi, sum raðfestir brúkarin og einstaklingin. Vit kundu gott liva við minni. Lívsgóðskan hevði ikki veri minni, um vit høvdu eitt sindur minni hús, eitt sindur bíligari bil, ikki keyptu dýrastu útgávuna av iPhone. Men vit hava “valt” at raðfesta soleiðis (um ikki altíð eitt so tilvitað val). Tí skipa vit okkara gerandisdag og samfelagi hareftir, men broytingin er ein tilgongd.
Manglandi væntanar avstemman
Samfelag í broyting skapar óvissu og ótryggleika, bæði alment og ikki minst í skúla umhvørvinum sum eisini ger, at lærarar verða strongdir og foreldur (og børn) vita ikki altíð, hvat er vænta av teimum ella hvat skal væntast av øðrum.
Demokratiska samfelagi
Tað er skeivt at siga, at sum samfelag siga foreldur evstu ábyrgdina av barninum frá sær. Vit hava sum foreldur og samfelag valt, at gera eina skúlaskipan (og barna ansingar skipan) sum ein forlongdur armur av familju og foreldra leiklutinum. Vit hava smíða eina fólkaskúlalóg sum áleggur skúlanum saman við foreldrum og børnum at “stuðla tí einstaka næminginum í fjølbroyttu, persónligu menningini” og ja eisini uppala børnini (enn tá eina kristna uppaling). Vit sum foreldur og samfelag hava syrgt fyri, at karmarnir til okkara børn at vaksa upp eftir, fáa lærdóm og uppaling eru bæði stuðla við fólkaskúlalógini og við, at vit foreldur hava ávirkan á tað dagliga á skúlanum, við bæði tað formella og óformella gjøgnum skúlastýrið, foreldrafloks umboð, foreldrafundum og heim og skúla samskiftið.
Har sum ketan hoppar av, er at vit sum foreldur og skúli ikki taka hetta í nóg stóran álvara og ikki fylgja hesum upp. Tað eru fleiri orsøkir til tess. Heilt grovt kann tað flokkast undir apati, líkasælu og eina mistrúgv til, at ting ikki skulu broytast/mennast (alt var betri fyrr), bæði frá skúlanum og foreldrunum. Tað er sjálv sagt alt ov nógv stríð, at verða við til at broyta og menna ting og tekur tað altíð meiri tíð enn vit vilja ofra frítíðina uppá. Ill viljin og óttin til broyting og Jantulógin skal heldur ikki undirmetast.
Anti demokrati, anti felagsskapur
Hinvegin hava vit í eina tíð, nettupp sum eitt hjáárin av brúkara samfelagnum, klakt eitt fólkaslag sum er meir og meir ego sentrera, på godt og ondt. Vit hugsa meir og meir mest um okkum sjálvi, ikki langtíðar sikta, men her og nú. Tørvs nøktan her og nú (instant gratification). Klikk, so hendir tað.
Vit hava ikki tíð/yvirskot til menning ella demokratiskar prosessir. Hetta er við til at føða apati og líkasælu skrímsli, sum so dregur okkum við í eina niðurbrótandi ringrás.
Hvat kann gerast?
Hvat kann samfelagið gera?
Vit sum samfelag, mugu gera upp við okkum sjálvi, hvat fyri samfelag tað er vit ynskja. Ynskja vit eitt samfelag har einstaklinga hugsan og sjálvsøkni ráða, so skulu vit bara halda áfram sum vit gera nú, men við ta vitanini, at hetta er ein stokkut gleði og eitt samfelag sum ikki er burðardygt. Ynskja vit eitt burðardygt samfelag, sum setur menniskja fyrst, mugu vit til at eftirhyggja okkara virðir og broyta okkum soleiðis, at vit einstaklingar í samfelagnum liva fyri felagsskapinum líka so nógv sum fyri okkum sjálvi.
Um vit vilja hava eitt burðardygt samfelag mugu vit ásanna, at vit øll, ikki bara foreldrini, hava ábyrgd og áhuga í, at børnini fáa allar bestu uppaling og lærdóm - um ikki annað, so bara útfrá tí, at vit hava tørv á, at samfelagi er stýrt við viti og skili, tá ið vit eru gomul. Eitt afrikanskt orðatak sigst at ljóðar nakað soleiðis “It takes a village to raise a child”.
Hvat kunnu foreldur/heimini gera?
Vit foreldur mugu fylgja upp uppá og vera virkin í tí skipanini, sum vit og okkara foreldur hava skapt. Vit sum partur av samfelagnum hava skapt eina fólkaskúlalóg sum ásettir at “Skúlin samstarvar við næmingar og foreldur um at megna tað, sum er ásett í endamálsgrein fólkaskúlans.”
Eitt samstarv er ikki einvegis. Eitt samstarv merkir ikki “bara” tað, at virka til, at barni kemur til tíðina og væl fyrireika í skúla (tað skulu vit sjálvandi gera), ella at vit eru við til trivnaðar tiltøk við at baka bollar. Hetta merkir eisini at, í tann mun tað ber til, at vit fylgja við í tí, sum rørir seg á politiska pallinum viðvíkjandi skúlanum. Um vit meina, at politikararnir raðfesta skúlan skeivt, so mugu vit vera við í fólkaræðisliga kjakinum, sum við virkar til eina menning ella broyting (ikki minst við at brúka okkara atkvøðu til persónar vit hava álit á). Um vit ikki megna at gera hetta sjálvi, so mugu vit syrgja fyri, at tey sum umboða okkum, bæði á tjóðarstigi, í bygdaráðnum og í skúlastýrinum, veruligani arbeiða fyri og eru við til at raðfesta.
Tað kemur nokk altíð at vera so, at tað er ymiskt, hvussu vit sum einstøk foreldur kunnu vera við í samstarvinum. Okkurt tíðarskeið í lívinum ber tað kanska til, at vera við í meira formligum formi og onkuntíð á síðulinjuni. Summi kunnu verða við í skúlastýrinum og onnur hava av ymiskum orsøkum ikki møguleika at koma við til tiltøk í eitt tíðarskeið. Tað er í fínasta lagi, vit eru øll ymisk og eru í ymiskum fasum í lívs gongdini. Men vit kunnu altíð verða við og taka ábyrgd í tí demokratisku tilgongdini, í dagsins teknologiska samfelag ber rímuligani væl til at fylgja við í ein ávísan mun.
Tað, sum er avgerandi er, at vit fyrst og fremst stemma av, væntanirnar millum heim og skúla, bæði so at vit foreldur vita, hvat er vænta av okkum, men eisini so at lærarin veit, hvat hann kann vænta av okkum og vit av honum. Hetta er ein natúrligur partur í at samstarva, men sanniliga nakað sum má mennast og búnast.
Hvat kunnu lærarar/skúlin gera?
Foreldur koma og fara, men lærarin er yrkisfólkið í samstarvinum, tí liggur ein serligur leiklutur á læraranum, at hjálpa til at fáa samstarvið upp at standa og at rigga. Hetta merkir eisini at lærarin (og sum lógin leggur upp til, serliga flokslærarin og skúlaleiðslan) má í minstalagi kortleggja, hvussu tey vilja arbeiða fyri, at fáa sum mest burturúr samstarvinum og hvussu tey vilja menna og búna samstarvið.
Hetta má fyrst byrja við, at skilja hvat er tað sum fólkaskúlalógin leggur upp til í endamálsorðingini, tá ið hon tosar um samstarv og samvinnu við foreldur og næmingar. Hví skal tað yvirhøvur vera eitt samstarv? Er tað bara fyri at vera politisk røtt? Hvat merkir tað, at undirvísingin og gerandislív skúlans eiga at vera grunda á millum annað fólkaræði? Hesi grund tingini má skúlin fyrst og fremst skilja og gera sær greitt og so má leiðslan virka til, at skúlin støðugt mennir og arbeiðir við leistum sum fremja hetta.
Eitt, sum allar flestu skúlar mangla, er ein greið orða og væl lýst samstarvs lýsing. Ein síða, t.d. á heimasíðuni sum ramsar stutt upp, hvussu foreldur kunnu vera við í samstarvinum. Hvat ger eitt foreldur og hvønn skulu tey seta seg í samband við, um tað er okkurt sum órógvar okkum, sum hendir á skúlanum? Ella um vit hava eitt gott hugskot til skúlan? Ella vit vilja vita meir um okkurt? Ein kann halda, at hetta eru bagatellir og taka tað fyri givið, at foreldur vita hvønn ein skal tosa við. Flestu lærararnir siga jú við foreldur “ring endiliga til okkum, um tað er nakað”. Oftani eru opnar áheitanir góðar nokk, um eg skal vita, um sonurin skal hava rokni bókina við, men tá ið tað blívur til nakað meir, hvat ger ein so? Nógv foreldur vita ikki og tískil er tað lættari, at ikki tosa við rætta viðkomandi og heldur tosa í bindiklubbanum um tað. Ein samstarvs lýsing loysir ikki hetta í sær sjálvum, men kundi verið við til at stuðla samstarvinum.
Skúlaleiðslan og lærarar mugu eisini gera sær greitt, hví lógin áleggur eitt samstarv umvegis skúlastýrið og hvat tað skal brúkast til. Alt ov nógv skúlastýrir eru meira ella minni til sum ein blindtarmur og blá-stempla tað sum skúlin kemur við, her hevur skúlaleiðarin eina stóra ábyrgd og uppgávu.
Líka so nógv sum lærarar eru ymiskir, eru foreldur ymisk (fyri ikki at tala um børnini). Tí má samstarvið millum skúla og heimi eisini spegla hendan ymiskleikan. Tí má tilgongdin at fáa heimini við í samstarvinum verða fjøltáttað og opin. Man má tilvitað leggja seg eftir at fáa samstarv við foreldur og næmingar og leita eftir møguleikum, t.d. upplagt í samband við at skúlin gerð/dagføra meginreglur, heimasíðan og slíkt.
Her er nógv annað at taka fat í, men fyri okkum øll byrjar tað við, sum Michael Jackson syngur, “Looking at the man in the mirror”. Takk til Rudy fyri at fáa røring í aftur kjakið. Lat okkum finna útav hesum saman og lyfta í felag og ikki gera okkara egnu kongaríkir. So er vón fyri framman - børnini eru hóast alt okkara felags framtíð!