Hvørjir eru vinirnir og hvørjir eru fíggindanir hjá føroysku fakfeløgunum. Eru gomlu fíggindarnir, arbeiðsgevararnir, nú samstarvsfelagir og eru politikararnir nú vorðnir teir veruligu fíggindarnir hjá føroysku fakfeløgunum? Tað er evnið í beinleiðis kjaksending á Rás2 klokkan 16 í dag.
Tey, sum fara at kjakast um evnið, saman við vertinum, Óla Breckmann, eru Selma Ellingsgaard, forkvinna í Starvsmannafelagnum, Sonja Jógvansdóttir, talskvinna fyri Samtak, og Jørgen Niclasen, landstýrismaður í fíggjarmálum. Í upplegginum til kjakið vísir Óli Breckmann á, at sjálvan 1. mai, vísti Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, á í Degi og viku, at Fíggjarmálaráðið er mótparturin hjá føroysku verkafjøldini.
- Jú lægri inntøku, løntakarar hava, jú lutfalsliga størri skaða ger kommunuskatturin teirra keypiorku. |
- Nú hevur so hepnast pørtunum á privata arbeiðsmarknaðinum at fáa nýggjan tvey ára sáttmála, har tímalønin hækkar í tveimum umførum, so friðar valdar á arbeiðsmarknaðinum fram til 1. mai 2016.
Ein áhugaverdur spurningurin hongur enn í luftini: síggja føroysk verkafólk, Fíggjarmálaráðið, sum krevur skattapeningin inn, og Løgtingið, sum nýtir peningin sambært fíggjarlógini, sum mótpart í teirra livistøði, og síggja tey tann gamla fíggindan, arbeiðsgevararnar, sum samstarvsfelagar í dráttinum um lønir.
Ein meiri týdning hevur tað, um løntakarar finna fram til, at kommunurnar taka væl størri bita av teirra inntøku og keypiorku, enn landskassin ger, heldur Óli Breckmann.










