Trailarin frá OCD kom koyrandi oman eftir tunnilsvegnum við Norðskála. Landssyningsættin roynist ofta hørð í Sundalagnum, og í gjár merktist vindurin heilt væl við Norðskála. Vindurin var skiftandi, og ein av hvirlunum lyfti trailaran í einum, og syfti hann oman av vegnum.
Tað sá ógvusligt út, men tíbetur fekk bilførarin ikki nakran nevniverdan skaða. Trailarin harafturímóti fór sera illa. Til alla lukku varð stóri bilurin syftur oman av vegnum, og soleiðis var tað sjaførsíðan, sum lá uppeftir. Hevði tað verið soleiðis, at sjaførsíðan vendi niðureftir og tók fyrst, kunnu vit bara ímynda okkum hvussu galið tað hevði endað.










