Í morgun fór ein bilur hjá IRF útr av vegnum á Hagaleiti í Leirvík.
Bilurin var á veg av brennistøðini ímóti Leirvík, tá ið ein hvirla tók bilin, so at hann var á veg oman av vegnum.
Men bilførarin var knappur og snaraði til vinstru við tí úrsliti, at bilurin fór niðanav vegnum og í veitina.
Bilførarin fekk ongan skaða, men løgreglan sigur, at fór bilurin oman av, hevði hann helst fari lúkst á sjógv.
Myndin er av Facebook vangamyndini hjá Jógvani H Joensen.










