Tað er framvegis bítandi kalt í Grønlandi, og kuldin hevur gjørt, at tað er ikki siglandi til fleiri bygdir og býir í Vesturgrønlandi. Serliga ringt er í Diskovíkini, og tí vænta tey ikki nakað skip til Aasiaat, Qasigiannguit ella Ilulissat ta næstu vikuna.
Í Mið- og Suðurgrønlandi hava skipini hjá donsku sjóverjuni virkað sum eitt slag av ísbrótarum fyri at hjálpa strandfaraskipunum. Eitt nú hevur Knud Rasmussen hjálpt skipum til Sisimiut og Maniitsoq, og longri suðuri hevur Hvidbjørnen hjálpt strandfaraskipum til Narsarsuaq og Igaliko, skrivar KNR.
Men aðrastaðni so sum í Qassiarsuk, Kangaamiut, Kapisillit og Itilleq noyðast fólk at brynja seg við toli, til kuldin sleppur takinum.