- Flogvøllurin í Vágum er partur av altjóða samfelagnum og í í harðari kapping við eitt nú Kastrup og Billund fyri at fáa mest møguligar inntøkur. Eitt sunt inntøkugrundarlag fyri flogvøllinum er við til at tryggja, at man eisini í Føroyum kann halda ferðaseðlaprísin á einum rímligum støði.
Tað sigur Jákup Sverri kass, forstjóri í Vága Floghavn, eftir at aðalskrivarin í Bláa Krossi Føroya hevur funnist at flogvøllinum fyri at seta brennivínsfløskur so sjónliga fram í tollfría økinum í Vágum.
- Tá ið ferðafólkini koma til tollfría øki, eftir at tey hava verið í trygdareftirlitinum, koma tey fyrst til eina stóra deild av luktilisi og søtum vørum við meira,tí at tað er tað, sum kanningar vísa, at fólk helst vilja hava við fráferð, sigur Jákup Sverri Kass.
Tá ið fólk lenda, hava vit valt at gera vín og øl til eitt tað mest sjónliga. Tað hevur í sera stóran mun eydnast at fáa fólk til at drekka við máta, tað vísa tølini hjá Vága Floghavn eisini. Vín og øl eru ein størri vørubólkur enn sterkari spiritus. Og hartil kann eg upplýsa, at nógv tað mest selda av tí sterkara slagnum, er heitvínið Baileys, sum einans er 17%. Føroyingar eru sostatt í stóran mun farnir frá tí heilt sterka og velja veikari løgir, sigur hann.
- Tað harmar meg, at aðalskrivarin í Bláakrossi leggur eftir Vága Floghavn fyri at reka vinnuligt virksemi – virksemi, sum kemur brúkarnum til góðar, tí tað ger, at tænastugjøldini hjá flogvøllinum kunnu haldast á einum rímligum støði. Hvat er meiningin við at vit í Føroyum skulu til at goyma vørur burtur; bara fyri at síggja søluna fara til teir altjóða flogvallir sum liggja rundanum okkum?
Jákup Sverri Kass vísur á, at Vága Floghavn hevur í samband við arbeiði hjá Heilsumálaráðnum við at skipa ein nýggjan heilsupolitikk bjóða seg fram til at taka eina hond í upplýsandi arbeiðinum og bjóða fram eitt nú ókeypis lýsingarpláss á flogvøllinum.
- Vit meina at upplýsing heldur enn forboð er vegurin fram, sigur hann.
- Nú hevur nýggja farstøðin verið opin í meira enn 6 mánaðir hava fleiri áhugabólkar, virki og onnur vitja flogvøllin og sagt sína hugsan um tey evni, sum tey hava áhuga fyri. Blái Krossur er til eina og hvørja tíð vælkomin vestur til tess at hyggja eftir umstøðunum, og so kunnu vit saman fáa eitt skilagott samskifti, har báðir partar sikkurt kunnu læra av hvørjum øðrum, sigur Jákup Sverri Kass.










