6-mannafør kvinnur: Kvinnurnar í Hvalvík/Streymnesi lótu ongan iva vera. Á fyrstu metrunum fóru Hvessingur og Gongurólvur skúmandi stavn um stavn, men tá ið startspurturin var av, legði Hvessingur seg á odda, og síðani hugdu tær úr Sundalagnum ongantíð aftur um seg.
Á Norðoyastevnu vann Gongurólvur, sum var trý sekund frammanfyri Hvessing, og í dag var Hvessingur tvey sekund frammanfyri Gongurólv.
Á Norðoyastevnu var Jarnbardur níggju sekund aftanfyri Hvessing, og í dag var Jarnbardur átjan sekund aftanfyri Gongurólv.
1 Hvessingur 05:34.14
2 Gongurólvur 05:36.16
3 Jarnbardur 05:54.06
4 Páll Fangi 06:04.14
Støðan
1 Gongurólvur 13
2 Hvessingur 13
3 Jarnbardur 10
4 Páll Fangi 4
5 Herningur 4