John Jensen
-------------
Um deyïligu sjúkuna CTD, tey seinastu 15 árini?
Tað er nú greitt, aftan á at hava skrivað um lívshættisligu sjúkuna CTD í meir enn eitt ár, at als eingin áhugi er politiskt at koma við einum ummæli um hetta mál, eingin politikari hevur enn sagt ella skrivað, hvat í fram er farið hesi seinastu 15 árini.
Tað er ótrúligt, at eitt so stórt álvarsmál ikki hevur størri áhuga hjá føroysku politikarunum, sum dagliga illneitast í fjølmiðlunum um alt og einki.
Einstakir fyrispurningar eru settir til núverandi landsstýrismann í heilsumálum, Aksel Johannesen, sum var tann persónur sum gjørdi eina kanning av CTD møguliga, landsstýrismaðurin kann sjálvandi ikki svara fyri, hvat undanfarnu landsstýrismenn í heilsumalum vistu um sjúkuna CTD, og tí kann hann heldur ikki svara fyri alla teir politikarar, sum hava sitið við ábyrgd tey seinastu 15 árini.
Tað átti at verið ein sjálvfylgja, at teir løgmenn og teir politikarar, sum mannaðu Føroya Landstýri og sum sótu við ábyrgd øll hesi árðini og kanska serliga teir landsstýrismenn í heilsumálum, sum hava sitið seinastu 15 árini, komu fram við eini fullfíggjaðari frágreiðing um gongdina í hesum máli viðvíkjandi lívshættisligu sjúkuni, Carnitin Transporter Defekt – CTD.
Tað er eisini greitt, at politikarar eins væl og yvirlæknar vistu alt um hesa sjúku, sum var funnin í Føroyum í 1995.
Frá: 1994-1996. Løgmaður, Edmund Joensen. Landsstýrismaður í heilsumálum, Andreas Petersen.
Frá: 1996-1998. Løgmaður, Edmund Joensen. Landsstýrismaður í heilsumálum, Axel H. Nolsøe.
Frá: 1998-2002. Løgmaður, Anfinn Kallsberg. Landsstýrismaður í heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, frá, 2001. Sámal Petur í Grund.
Frá: 2002-2004. Løgmaður, Anfinn Kallsberg. Landsstýrismaður í heilsumálum, Bill Justiniussen.
Frá: 2004-2008. Løgmaður, Jóannes Eidesgaard. Landsstýrismaður í heilsumálum, Hans Pauli Strøm.
Frá: 2008- Løgmaður, Kaj Leo Johannesen. Landsstýrismaður í heilsumálum, Hans Pauli Strøm,
Frá: 2009. Aksel V. Johannesen.
Esbjerg tann. 12.06.2010
www.johndk.dk
jojendk@yahoo.dk