Birgir er ringur at finna út av - hvat er tað, hann vil uppnáa. Ofta hevur man hildið, at hann hevur handlað, sum hann ger, fyri at tað skal ganga út yvir eitt ávíst lið, men hetta er ikki altíð so. Tað vísir seg, at hann, tá hann kemur á vøllin bestemmar hann seg til, at í dag skal tað ganga út yvir StÍF, ein annan dag VÍF og uppaftur ein annan Stjørnuna, men fyri alt í verðini má fáast øði í bæði spælarar og áskoðarar. Tað altavgerðandi er, at vit skulu gloyma hondbóltin, men minnast Birgir.
Hendan klagan, Birgir hevur sent Hondbóltssambandinum, og leggið merki til, bara Birgir, ikki Gunnar, sum var annar dómarin, vísir, at Birgir er langt úti at svimja. Øll ítróttarfólk og áskoðarar, sum koma til Vestmanna vita, at betri karmar um ítróttin fáast ikki. Alt verður gjørt fyri at fáa eitt so gott ítróttarupplivilsi, sum møguligt, og harafturat hugnaligt, sum t. d., at í støðginum bjóða vestmannakonur heimabakaða køku o. a. aftur við kaffinum o. s. f. Nei Birgir, tann einasti, sum spillur alt hetta, er tú, ikki sum persónur, men við tíni altíð provokerandi døming, sum fær øði í.
Men tað ringast er tað, at tað sær út til, at vit standa út vfyri einum óloysilig8um trupulleikar, tí HSF bara ignorerar alt hetta, og fyri at undirstrika hetta, gera teir ikki matari enn einaferð enn at seta Birgir at døma ein altavgerandi dyst. Hetta kunnu tit ikki bjóða hesum spælarum, sum venja og venja og ofra seg 100% fyri at koma so langt sum møguligt, og so kemur hesin vitleysi dómarin og oyðileggur dystirnar. Eg síggi b ara eina loysn, og tað er at feløgini saman nokta at spæla tá dómarin eitur Birgir Sondum.
P.S. Til HSF - Hava tit yvirhøvur spurt nakran í Vestmanna, um hetta sum Birgir klagar um, er rætt. Nei, tað hava tit heilt sikkurt ikki gjørt - tit hava bara svølgt øllum rátt og sent klagu til VÍF. Tað verður ofta sagt, at vit taka alt so róliga, og er hetta ivaleyst rætt, men eitt mark skal vera, og tað markið standa vit við nú.
Við Hondbólskvøðu
Uni Zachariasen









