Hvat trýr fíggjarmálaráðharrin at hann er?

At tveir búskaparfrøðingar í fimmaranum mikudagin í Útvarpi Føroya duga so v?l, sum teir gjørdu, skullu teir hava tøkk fyri báðir tveir. Men at hoyra ein óforskammaðan fíggjarmálaráðharra, hvørs rødd dirraði av øði, mundi falla b?ði m?r og øðrum fyri brósti!

Hví sovorðið illsinni? Hví ferð eftir ferð bróta ein sakligan fyrrverandi landsstýrismann av? Hesin maður vildi upp á fyrispurning frá fíggjarmálaráðharranum svara spurninginum, men slapp ikki. Óforklárligt!

Vit sokallaðu sambandsfólk vóru í vár so smátt farin at trúgva upp á einar sjálvberandi F?øroyar. Men so hendi nakað innan samgonguna. Fólk í Tinganesi skuldu hava pensión - nógva pensión. Skammið tykkum. N?stan samstundis sum einastandandi v?lsp?ldur sjónleikur av Jóannes Nielsen var at síggja á Meiarínum, um hvat fer fram innan psykiatriina og Landssjúkrahúsið í síni heild.

Her mangla pengar!! Harra fíggjarmálaráðharri!!