Klokkan 17.15 byrjar tann fyrsti dysturin í triðja umfarinum av effo-deildini, tá B36 og Víkingur tørna til á ovara vølli í Gundadali í Havn.
Tróndur Arge sigur beinleiðis frá dystinum á Rás2. Klokkan 15.10 verður fótbóltspanelið á Rás2, og klokkan 16.10 verður upptakt til dystin millum B36 og Víking, har prátað verður m.a. við fjeppararnar, Pætur Eyðunsson Jensen hjá B36, og Rúna Klein Joensen hjá Víkingi.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra hvat Klæmint Matras (B36) og Hallur Hansson (Víkingur) tippaðu til dystin í kvøld.