Hvat skulu uppilagstir fiskimenn gera?

Í nógvum førum noyðast fiskimenn at gevast at sigla langt fyri pensjónsaldur, tí teir orka ikki meira ? og yngri kreftir taka við á skipsdekki, har teir gomlu sleptu

Tað er ikki so sjáldan, tú hoyrir tilkomnar fiskimenn siga, at tað einasta, teir duga og tíma, er at arbeiða á skipsdekki. Og tað duga teir væl, tí sjógvurin hevur verið teirra lív, síðan teir fóru úr sjeynda ella tíggjunda flokki. Nógvir kenna ikki til nakað annað enn at sigla og fiska.
Men baldrutu umstøðurnar á sjónum slíta kroppin, og tað eru nógvir fiski-og útróðrarmenn, sum í bestu árum føla seg útslitnar; ryggur, lendar, knø, armar og hendur eru slitin, og giktin er farin at gera um seg. Tað eru eisini teir, sum hava áhaldandi pínu, men kortini sigla, tí teir hava einki val; teir hava skyldur heima og noyðast tí at halda á sum longst. Og kanska longri, enn ráðiligt er.

Uppá land - og hvat so?
Í dag er ikki sum fyrr ? ella bara fyri 10 árum síðan. Tá høvdu vit næstan eitt flakavirki á hvørjum tanga, sum tikið plagdi at vera til. Fá av hesum virkjum eru stongd í dag, men nøkur av teimum smærru verða nýtt til onnur endamál, t.d. aling ella kryvjing av alifiski. Tí er ikki tørvur á sama tali av fólki á hesum virkjum kring landið, sum í sínari tíð, tá ið hesi arbeiddu vanligu fiskasløgini.
Nógvir uppilagstir fiskimenn arbeiddu á hesum virkjum, tá ið teir ikki orkaðu atsigla meira. Hetta var høgligt hjá teimum, tí flakavirki var í heimbygdini, og her kundu teir handfara fisk, sum teir høvdu gjørt, síðan teir fóru til skips sum stórir smádreingir.
Møguleikarnir hjá uppilagstum fiskimanni eru ikki so nógvir úti á bygd. Er einki flakavirki, kunnu teir rógva út, um teir eiga bát ella hava ráð at keypa sær bát. Men tað er ikki lættasta lív av verðini ? og allarminst, har havnaviðurskiftini eru vánalig, og menn eru ótryggir um bátarnar alt vetrarhálvárið.

Uppilagstir rógva út
Sosialurin hevur tosað við Juul Jacobsen í Nólsoy, sum er sonur Juul Jacobsen, sála. Hann eigur 27-fóts glastrevjabátin, Maj N. Báturin er ein av fimm, sum rógva út úr Nólsoy. Í flestu førum er talan um uppilagstar fiskimenn, hóast fleiri teirra eru í góðum árum.
Hjá teimum, sum kenna til viðurskiftini í Nólsoy, er tað undrunarvert, at hesir menn hætta sær at hava útróður sum livibreyð í eini bygd, har stórur ampi er av bátunum á vetrardegi, tá ið illsligt veður er.
Men so kunnu vit spyrja: Hvat er alternativið hjá hesum monnum, sum alla sína tíð hava verið á sjónum?
Í Nólsoy læt flakavirkið upp í 1979. Sum so mong onnur virkir, endaði tað í mølposanum hjá Føroya Fiskavirking í kreppuárunum. Seinni er virkið selt og latið uppaftur sum alistøð. Í teirri góðu tíðini arbeiddu kanska 30-40 fólk á virkinum; í dag kunnu arbeiðsplássini teljast á einari hond.
Nógvir uppilagstir fiskimenn arbeiddu á virkinum, men síðan virkið læt aftur sum flakavirki, hava nógvir teirra ikki tjent eina krónu.

Áhugaverdur spurningur
Jú, so sanniliga er tað ein áhugaverdur spurningur, hvat uppilagstir fiskimenn skulu brúka tíðina til. Hóast teirra kroppur slítist skjótari enn hjá flestu øðrum, eru teir undir somu pensjónsskipan sum fólk annars. Men í nógvum førum noyðast teir at gevast at sigla langt fyri pensjónsaldur, tí teir orka ikki meira ? og yngri kreftir taka við á skipsdekki, har teir gomlu sleptu.