Hvat skal til?

   

Karl Anton Klein
ART leiðari
Tónlistamaður.
??????????????

Ein lítil viðmerking til aktuella kjakið um at kapitalisera og marknaðarføra tónleikatilfeingið í Føroyum.

Føroyski nútíðarrokkurin er bert 11 ára gamal.Ein pástandur,tað veit eg væl.Men tað var ikki fyrr enn vit í Tutl funnu uppá at gera Rock í Føroyum í 1993, at Føroyskur rokkur vaknaði aftur(Øll sum minnast aftur til tað tíðina vita hvussu steindeyður rokkurin var eftir suppuna í áttatiárunum).
Fløgan Rock í Føroyum kom tó ikki út fyrr enn í 95 .Men ringarnir høvdu spreitt seg og nú arbeiddu ungir føroyskir tónleikarar seriøst við at skapa ein egnan tónleik.
OG HVØR VAR GRUNDIN ? TEIR HØVDU OKKURT AT ARBEIÐA FRAMM ÍMÓTI.
Tað komu 3 útgávur í Rock í Føroyum røðini.Rock 1+2 og Grótføroyskt.
Ikki minnst plátufelagið Tutl stóð í fleiri ár sum einasti góði hjá føroyska rokkinum,men við kappingini fánaði eisini hesin leiklutur felagsins burtur.

Havandi unga aldurin í huga veit ein jú væl at tað ikki ber til at senda børn út í heimin at tjena pengar uppá at selja tónleik(Eg síggji fyri mær syrgiligt dømi,har ein evnaríkur,fittur og sjarmerandi drongur var royndur sum útflutningsvøra,men akk.Hví alt datt á gølvið er ,fyri okkum uttanfyri standandi, ein gáta.)
Bæði teir sum selja tónleikin og vøran má vera góðska soleiðis at ein møguligur keypari finnur hana áhugaverda.

Men hvat er tað Altjóða marknaðurin vil hava ?
Eg veit ikki um nakar við fáum orðum kann siga hvat henda risatóra og peningasterka maskinan vil hava.Men man kann altíð royna eit git.
Fyrst og fremmst má havast í huga,at tað er ein komersiellur heimur vit eru inni í t.v.s at alt sum kann keypast og seljast hevur áhuga.Ikki ber til at siga at tað bert er popp/rokk tónleikur sum er áhugaverdur í hesum høpi.Nei handan maskinan etur alt sum rekur fyri bara tað ríkur av profitti.Síðan mugu vit innsíggja at tónleikur,sum vit so fegin vilja kalla mentan,nú er ein søluvøra á støði við upsafløk og laksafingrar.Hvørki meir ella minni.
Men vit hava jú liva av at útflyta,hví ikki royna at læra okkurt frá teimum royndunum tá vit fara undir nýggjan útflutning ?
Ì fiskivinnuni hava vit verksmiðjur og støð har vøran verður góðska so nógv sum teir ráðandi nú halda vera ráðiligt.Soleiðis má eisini vera við tónleikinum,nevniliga :
tónleikagóðskingarstøð
Ein fyritreyt til tess at kunna góðska Føroyskan tónleik uppá eitt støðið har útlandið kann gerast áhugað í honum er at vit hava tey støðini har ein góðsking kann fara framm.
Hava vit nøkur støð har hetta ber til ?.
Støðini kunnu vera so mong.
1"Venjingarhølið,har tónleikurin verður skaptur og vandur.
2"Spælistaðið,pallurin har tónleikurin verður spældur live.
3"Studio,har tónleikurin verður spældur inn.Eitt nú á fløgu
Studio.
Fyri árum síðani var eitt studio her og eitt der.Alt fór á heysin.
Nú hevur annar hvør tannáringur eitt heimastudio í kamari sínum.Men kanska er bara eitt veruligt alternativ tá ein ætlar sær í studio í føroyumat taka upp í dag.
Vertshúsini.
Lat tað vera sligið fast beinanvegin ,at eg haldið ikki at tey vanligu støðini, har tónleikur er at hoyra,mest skeinkistøð,kunnu metast mennandi fyri tónleikabólkar,ikki minnst tí teir sjálvdan vilja gjalda tað arbeiðið kostar,og tað førir eina manglandi virðing við sær,har tónleikarar heldur drekka seg skít og spæla tað sum hini fullu fólkini vilja hoyra,enn at royna at leita framm til eitt tónlistarligt úttrykk,sum er teirra egna.
Hvar gongur tað so fyri seg ?
Fyrst og fremmst eru tað skúlarnir sum hava tónleikafrálæru á tímatlalvuni.Harafturat eru ikki so mong støð,Í Havn er tað so at siga bert ART sum í hølunum hjá Margarinfabrikkini,í áravís hevur staðið fyri eini miðvísari menning av yngru tónleikabólkunum,við at hava konsertir við nýggjum bólkum,har ein fortreyt er at teir hava minnst eini 30 minuttir av egnum tilfari at borðreiða við.
Bólkar sum eru sprotnir úr,ella hava havt tætt tilknýtið til hetta umhvørvið eru m.a.
Mold,Mc Hár,Hatespeach,All that rain,Fluffy toys,Gó Gó blues,ÐIÐ,HTV,Makrel,Krit.Sideeffect,onkikanndiskuterast.altkann,48 Pages,Speaker,Monkey Mongolia,Paradox,the story ends,Lama Sea.o.s.v.
Mær vitandi er bert eitt annað stað har man miðvíst strembar eftir tí sama sum ART,tað er Grót í Gøtu.
Meðan ART stendur fyri venjingarhølum og eini virknari skrá,er størsta aktivið hjá Grót G ! festivalurin.

Ì ART hava vit seinasta árið havt tvey størri projekt,nevniliga gjørt Ampaljóð fløguna har 4 undirgrundsbólkar,Zink,48 Page,Speaker og Lama sea, eru við.Harumframt verið í Íslandi við tveimum bólkum 48 Pages og Speaker.
Tann menningin teir 8 tónleikarnir í báðum bólkununm hava verið ígjøgnum kann ikki gevast upp í krónum.Men eitt kann sigast at til fyrstu konsert teirra í Íslandi vóru teir smæðnir og eitt sindur ótryggir.Men á tí síðstu á pallinum í sjálvum Grand Rokk(Tað er staðið har tú mást hava spælt,og hevur tú spælt har sleppur tú at spæla alla staðni í Íslandi)vístu teir at teir ikki vóru fyri nothing men rokkaðu staðið totalt,so teir fingu at vita at teir kundu altíð koma aftur at spæla har.Ein slík menning kemur bara tí vit brúktu eitt ár uppá at fyrireika túrin og tað sæðst eisini nú aftaná túrin at tað koyrir í fullari ferð.Teir eru ikki bangnir fyri at frammføra teirra tónleik.

Men hvat ger tað almenna her?

Eg vildi ynkst at eg kundi sungið við í kórinum ,at tað allmenna eisini í hesum føri svevur.Men tíverri.Eg kann bara boða frá at Tórshavnar Kommuna hevur verið og er ein tann sterkasti stuðulin hjá ART og okkara virksemi.Ì gjøgnum Kvøld og ungdómsskúlan stuðla Kommunan og Mentamálaráðið okkara umhvørvið so mikið at tað átti at verið ein fyrimynd fyri aðrar kommunur í landinum.Sama kann sigast um Gøtu Kommunu sum í allar mátar stuðlar G-festivalinum.

At teknokratar ikki skilja mentan er onki nýtt,tað er tí vit fáu sum tíma, uppá tross, at arbeiða fyri hesum okkara so úthungraða parti av mentanini eru her ,enn.
So enn einaferð koma vit so við onkrum góðum ráði.

Bjarni Djurholm Vinnumálaráharri kundi givið okkum stuðulskipanir á støði við tær, eitt nú rækjuflotin sær út til at fara at fáa.Hann kan eisini lata vera,tí vit vilja helst klára tað sjálvir.Men tá hann og aðrir allíkavæl vilja blanda seg í spælið,vælsigna verið tykkum komi so við onkrum relevantum og munagóðum tiltøkum so vit kunnu loysa hetta við virðing,og ikki enda sum ein patetiskur ískoytisíðnaður.
Tað er ikki neyðugt at fara uttanlands eftir expertisu.Tað eru fólk í Føroyum sum vita hvussu tónleikalívið hongur saman og sum taka føroyskar tónleikarar í álvara.
Tak tónleikin við tá tit fara út at ferðast,so útlandið kann fáa oyruni upp fyri Føroyskum tónleiki.

Atlantsflog.Nú er tað soleiðis at vit, Føroya Følk , en eigur Atlantsflog
og tí vil eg koma við hesum uppskoti:Far og hygg efgtir einum Íslendskum tiltaki sum gongur undir heitinum Luftbrú Reykjavikur.
Tað stutta av tí langa er at tá ein bólkur fer úr Reykjavík til meginlandið at spæla so roknar man tað automatiskt sum eina reklamu fyri Reykjavík.Tí er býurin við til at fíggja eina avdráttarskipan í ferðaseðlakostnaðinum so tað ger mun.
Øll sum skulu gjalda sína billett sjálv vita ,at tann størsti posturin er at koma úr Vágum.
Eg havi ferðast aftur og framm í 25 ár í tónleikaørindum og havi eisini spurt Atlantsflog um avsláttur ella stuðul,men enn ongantíð fingið so frætt sum eitt oyrað,sjálvt um eg ikki havi tikið Atlantic Airways merkið av guitarkassanum.
Harafturímóti hava Flogfelag Føroya,Skipafelag føroya og Smyril Line slett ikki verið ómøguligr at tosa við.

Tað stutta av tí langa er,at tað bert er ein máti vit kunnu koma nærri einum útflutningi av føroyskum tónleiki og tað er,at vit:
1"Skipa fyri haldgóðari undirvísing,sum hevur til endamáls at menna
førleikarnar hjá einstøku tónleikurunum og bólkum.
2"Skapa umhvørvir har tónleikurin trívist og har hann fær sítt natúrliga pláss í samfelagnum.
3"Seta krøv og har við eisini skapa virðing fyri tí arbeiði sum tað
er at skapa originalan Føroyskan tónleik.
4"Læra fólk at tað er í lagið at gjalda fyri tónleikin tí hann er ikki
ókeypis.Um so er at onnur skulu fata okkara tónleik sum eina vøru
vera Føroyingar noyddir til sjálvir at behandla hann sum so.
5"Uttan eitt livandi Føroyskt tónleikaumhvørvið í Føroyum,verður
ongin vøra at flyta út,tí uttan vakstrarlagið verður ongin vøra.
6" Vit mugu vita hvaðar vit skulu senda vøruna.Er tað Dk.UK.ES.ela US sum skal vera móttakarin ?Eitt er
heilt klárt,at senda til DK hevur ongantíð givið tað stóra.So er bert eftir at royna hinar móttakarnar.
Tað er ein sannroynd,at um vit senda bólkar og einstakllingar út um landaoddarnar,so verður tað,
sum við ítróttinum,at førleikin menninst munandi og vit vinna meir og meir.Men alt hetta tekur tíð,kostar
pening og ikki minnst vilja og vælvild.
Men vit kunnu byrja við sjálv at keypa føroyskan tónleik og á tann hátt vera við til at stuðla hesi neyðugu menningini.

Við hesum vil eg ynskja øllum tónleikaáhugaðum føroyingum við inn í tí nýggju tíðina har smáligheitin og klandrið verður avloyst av samstarvsanda og áliti,trúgv uppá at vit ikki standa aftanfyri,men at vit nokk eru eitt syndur sein uppá tað við hvørt.
Takk og góðan dyst.