Tað er ikki lætt at sleppa framat í flokkinum við viðkvomum spurningum, um ein ikki hevur rætta litin. Bert eitt avmarkað áhoyraratal, sum er tíðarinnstillað til at siga nei, um okkurt uppskot skuldi komið á borðið. Alt, sum hevur við broytingar at gera, verður bert køvt í føðingini, og eingin skal kunna kanna nakað sum helst.
Lívið hevur lært meg, at tað er lættari at koma í samband við sambandsfólk gjøgnum bløðini enn inni í sjálvum flokkinum, og ið hvussu so er, til ein nýggj leiðsla er komin, fari eg at viðgera ávís sentral floksmál alment uttan mun til aðrar tilráðingar. Sambandsflokkurin stendur sambært meiningakanningunum ivaleyst til eina framgongd millum veljararnar. Og tað er at fegnast um, men ikki so løgið. Alt annað hevði verið merkiligt. Ein góð sak og ein sera óhegnig politisk samgonga, sum stoytir atkvøður niður í sambandsleypin. Men er hetta eisini eitt úrslit av herferðini hjá formanninum móti hinum flokkunum? Valla. Aftan á ósigurin við seinasta løgtingsval lótu kreftir rundan um formannin meg vita, at seks tinglimir var ein hóskandi stødd fyri Sambandsflokkin, tí um hann gjørdist størri, so vóru tað bara slík sum eg, ið komu inn, og tí hevði flokkurin ikki brúk fyri. Um ambitiónirnar ikki eru størri enn hetta, so er tað harmiligt, og tað er kanska tað, sum flokkurin er farin undir nú við síni jagstran av øðrum flokkum ? at syrgja fyri at flokkurin ikki gerst størri. Tá er hann eisini lættari at hava eftirlit við.
Og hetta harmist eg um at hoyra. Hvønn morgun frøist eg um mína sosialliberalu ríkisfelagsskapssál og vil so fegin, at hon skal koma Sambandsflokkinum til góðar, men tá ið sentralir persónar ikki vilja lata hana sleppa framat, so má hon arbeiða fyri sínum hugsjónum uttanfyri.
Tá ið eg havi nevnt leiðsluna í Sambandsflokkinum, so er tað meint í breiðastu merking. Ikki bara formaðurin. Hann er stjórin, um man vil. Men eisini landsnevndin, har tær politisku kósirnar eiga at verða settar, er eitt sera deytt organ. Her mugu lokalfeløgini gera sær størri ómak við at senda umboð og ikki bara gera hetta pr. automatikk ár um ár, so at fólk koma at sita har ov leingi. Man kann ikki rokna við dynamikki ella framburði frá einum tílíkum savnaði. Heldur tað øvuta. Væl egnað til at køva nýggjar tankar.
Tá ið eg havi roynt at vísa á, at leiðslan er ein forðing fyri samarbeiði við aðrar flokkar, so er tað sjálvandi mest formannin, ið sipað verður til, tí í politiska umhvørvinum á Tinghúsvøllinum er tað eingin loyna, at fleiri flokkar hava sett sum treyt fyri at arbeiða saman við Sambandsflokkinum, at formaðurin víkir sessin. Hetta er kanska ikki so væl kent millum veljararnar. Og um ríkisfelagsskapurin er upp á spæl, so eiga persónsspurningar ikki at forða fyri tí bestu loysnini. Um verandi framferð hjá formanninum bert er ætlað fyri at vaksa um flokkin, so er helst relevant at seta sær spurningin, hvat nyttar at vinna sær fleiri tingsessir, um vit mugu bøta við ríkisfelagsskapinum og missa hann á gólvið.
Tað má ikki ske.
Gøtu 11.02.2000
Atli Hansen