Hvat kosta suðuroyingar?

   

Tað kundi verið áhugavert at fingið upplýst, hvat suðuroyingar kosta okkum norðanfjørðs, tá vit halda lív í øllum virkseminum í Suðuroynni og eiga lívið í øllum suðuroyingum í dag.
Tað eru ábyrgdarleysir kommunalpolitikarar og vinnulívsfólk, ið koyrdu alt á heysin og fingu gjørt Suðuroynna til eftirbát á flest øllum økjum, ið slett ikki klára at hóra undan kreppunum!
Eg haldi tað vera nógv fyri, at skuldarfríar kommunur norðanfjørðs skulu hjálpa teim skuld-arraktu kommununum í Suðuroynni, ið mistu allan sín pening í dómúrskurði í Føroya Rætti!
Hvussu nógvir suðuroyingar ferðast hvønn morgun og kvøld millum Suðuroynna og Suðurstreymoy við atliti til arbeiði, skúla, handil, vinnulív, náttarlív og frítíðartiltøk í dag! Eg havi áður víst á suðuroyingar, ið eru fluttir norðanfjørðs tóku alt tað fíggjarliga grundarlagið undan øllum kommununum, ið eingi vil síggja í eyguni sum tann bera nakna veruleika í dag!
Eg haldi at kommunalpolitikarar og vinnulívsfólk skulu vera undir eftirlit av fólki fyri tann fíggjarliga og politiska heimin, skal sleppast undan fleiri kreppum, ið raka Suðuroynna! Fluttu allir suðuroyingar norðanfjørðs suður aftur til heimstaðarkommununa, fingu hesar fleiri skattaborgarar og skattainntøkur, hvat ið teim tørvar fyri at kunna svara fíggjarligar skyldur.
Eg havi áður nevnt møguleikan, at Norrøna kundi lagt at í Suðuroynni, bæði niðurgangandi og uppgangdi til og frá Hetlandi og Danmark, ið vil spara flutningsútreiðslur1 Drelnes er ikki egnað til nýggja samferðsluhavn. Tvøroyri skuldi ístaðin fyri fingið djúpvatnshavn og Vágur skuldi fingið samferðsluhavn sunnan fyri virkið hjá Føroya Fiskavirking í Vági!
Eg haldi at kommunurnar í Suðuroynni skuldu tikið seg burtur úr interkommunalum felagsskapum og fingið egna brennistøð ístaðin fyri IRF og elverk ístaðin fyri SEV-felagsskapin! Nýggi Smyril eigur ikki bert at sigla ímillum Suðuroynna og Suðurstreymoy, men til Klaksvíkar og Runavíkar, tí tá slepst undan øllum trailaraflutningi úr Eysturoynni og Norðoyggjum!
Vit kunnu væl klára okkum í Havnini og Suðurstreymoy uttan allar suðuroyingar, og eisini avbygdarfólk úr øðrum oyggjum, ið ein kann koma aftur til undir somu yvirskrift í lesarabrøvunum!
Tað kann ikki vera rættvíst, at kommunur uttan fyri Havnina/Suðurstreymoy skulu liggja inni á okkum og sleppa sær undan ábyrgdum og skyldum av íbúgvum í kommununum í allari Suðuroynni! Vit hava nógv arbeiðsleys/tøk og uppvaksandi ættarlið, ið avbygdarfólkið hevur skúgvað til síðis vegna tann rikna familju-, vina- og kenningapolitikk, ið gevur mær veruligu andstygdina í Havnini!