Á hesum síðum hevur samfelagsfrøðingurin Bogi Eliasen eina analysu av privata vælferðarpakkanum, og í tí sambandi hava vit tosað vit eitt floksumboð úr hvørjum flokki í Trivnaðarnevnd Løgtingsins, og spurt tey hesar fylgjandi spurningar:
1. Er sjúkratryggingarpakkin eitt tekin um, at okkara heilsuverk er ov vánaligt?
2. Fara vit nú at fáa eitt býti, har tey betru løntu fara aðrastaðni at fáa viðgerð meðan hini mugu taka til takkar við einum útpíndum føroyskum heilsuverki er hetta nýggja stættarstríðið?
3. Er hetta eitt tekin um, at fjarstøðan ikki hevur týdning longur og at vit føroyingar bara taka okkum somu møguleikar, sum fólk í hinum Norðanlondum longu hava?
4. Er tað gott, at okkara almenna heilsuverk fær kapping á henda hátt?
5. Fær heilsuverkið nóg stóra játtan sum er og verður tað frá politiskari síðu arbeitt nóg miðvíst við at tryggja eitt gott heilsuverk?