Landsstýrismaðurin við samferðslumálum Henrik Old, Javnaðarflokkurin, segði, at Vága floghavnin hjálpti einum komandi kunda og hetta er ikki nakað óvanligt. Floghavnin hevur ikki luttikið í fundum, sum umboð fyri SAS, legði hann afturat.
Jørgen Niclassen tók undir við, at Vága floghavn roynir at fáa flogfeløg at flúgva hendan vegin og brúka flogvøllin. Hinvegin fanst hann at, at Vága flohavn hjálpti til at skaffa SAS stórar kundar í Føroyum.
Hann vildi eisini vita, um SAS fær sersømdir í prísum og øðrum, men tað segði landsstýrismaðurin seg onki vita um. Landsstýrismaðurin segði, at kappingin kom skjótari enn nakar hevði roknað við og at kappingin er á Keypmannahavnar-rutuni, so tað merkist.
Hann rósti Atlantsflog fyri at hava lækka prísirnar seinnu árini.
Jørgen Niclassen helt fast við, at Vága floghavn hevur marknaðrført SAS í stóran mun og harvið gjørt mun á flogfeløgunum, sum brúka floghavnina.
-Heldur landsstýrismaðurin at hetta er í lagi, spurdi tingmaðurin.
Landsstýrismaðurin helt ikki at hetta var so, men legði afturat, at hann kanska ikki kendi allar smálutir.
-Men er tað so, so má ein siga at tað er eitt sindur spesielt, segði Henrik old, landsstýrismaður.
- Atlantsflog fær kapping, men tað er okkara uppgávqa at srygja fyri, at her verður taln um eina javna kapping, segði hann.