Hvat er Tórshavnar Kommuna?

Tað sum kemur okkum øllum fyrst til hugs, tá tosað verður um Havnina, er tað, ið er felags fyri okkum øll.

Daisy Sloan



Ramman um virkna gerandislív okkara, frá miðbýnum og nakað útum. Tað er her ?tingini henda?, arbeiðsplássini eru her, mentunartiltøkini, ítrótturin o.s.fr.

At vit soleiðis øll hava eina felags uppfatan av hvat Havnin er, er gott, og tekin um, at vit hava felags áhugamál, hóast onkur kanska heldur at ov nógv verður gjørt fyri ítróttin og onkur annar at mentan fær ov nógv o.s.fr. Men at t.d. fríðkað verður um miðbýin dámar okkum øllum, og ongantíð hoyrast beinleiðis mótmæli um tað, av teirri einfaldu orsøk, at tá fáa vit øll líka nógv fyri skattapeningin.

Men er Norðasta Horn, Kaldbak, Argir, Kollafjørður og Hoyvík ikki eisini Tórshavnar Kommuna? Jú sjálvsagt, men ikki í sama týdningi, og tó. Hetta er bústaðarplássini, har okkara børn spæla og vaksa upp, og her vit hava sett búgv, gjørt lívsíløgu okkara bæði peningaliga og menniskjasliga. Tí hava vit stóran áhuga í, at hesi øki hava teir hentleikar, sum hoyra einum nýtímans samfelag til, og verða røkt og viðlíkahildin soleiðis at tey ikki standa aftanfyri onnur øki.

Hetta er ikki lætt hjá eini kommunu at liva upp til innanfyri stutta tíð, men við tíðini, skal ein kommuna syrgja fyri, at allir borgarir hava sama støði, uttan mun til um teir búgva á Norðasta Hornið, í Kaldbak, á Argjum, Kollafirði, í Hoyvík ella ?í Havnini?.

Tað kann eisini blíva ov langt millum borgara og politikara/umsiting, tá raðfestast skal. Býtið av politikarum er kanska eisini ávirkandi. Sum politikari ella ábyrgarhavandi av einum øki í umsitingini verður ofta - og skiljandi - fyrst hugsað um Havnina, sum høvuðsstaður, t.v.s. alt rundan um har sum ?tingini henda?.

Veljarir, hugsið um, at fjarstøðan frá borgara til politikara kann minkast við, at tit standa saman um fólkafloksumboðini til komandi val. Ein munadygg undirtøka, kann koma at merkja, at øll tey nevndu økini fáa sítt umboð í býráðið.