Føroysk virkir eru nú farin undir at skjalprógva teirra góðskukerv eftir ISO 9000 skipanini. Úti í heimi, eru fleiri enn 225.000 virkir ISO 9000 skjalprógva, har av eru 1902 virkir í Danmark ISO 9000 skjalprógvaði. Ígjøgnum øll 90?árini hevur ein støðugur vøkstur verði í skjalpróvingunum.
Eitt skjalprógvað góðskukerv eftir ISO 9000 skipanini er ikki ein vøruskjalprógvan, men sigur, hvussu vørur og veitingar verða skapaðar, handfarnar, útbreiddar og uppsettar/ísettar.
ISO 9000 skipanin er útgivin av International Standard Organisation (ISO). Seinasta upplag varð útgivið í 1994. ISO 9000 skipanin verður endurskoða 4. hvørt ár. Komandi upplag kemur út nú um árskiftið 1999/2000.
Tilevnan av góðskukervi
Í stuttum kann sigast at ISO 9000 er ein kravfesting fyri eitt góðskukerv, har karmarnir fyri góðskustýring er lagdir. Innan hesar karmar skapar virki sjálvt sítt góðskukervi.
Hetta krevur, at leislan gerð eina góðskustevnu, lýsir og innførur arbeiðshættir, sum tryggja, at stevnan verður fylgd, og at viðskiftakrøv, tilskilað í einum sáttmála ella eini bílegging, verða hildin. Neyðugt eftirlit og skrásetingar skula gerast sum prógv fyri, at arbeiðshættirnir eru innførdir og virka úrslitagott.
Við at lata virkið ISO 9000 skjalprógva, tryggjar leislan sær eitt góðskukerv, sum er skjalprógva og íverksett. Góðskukervið tryggjar, at ættlanirnar hjá leisluni verða settar í verk, um brek eru ella gjørdir sáttmálar ikki verða hildnar, annaðhvørt innanhýsis ella við viðskiftafólk; góðskukervi gevur leisluni neyðugu upplýsiningarnar um tað. Við hesari vitan er leiðslan bundin til at rætta brek ella at forða fyri, at brekið endurtekur seg. Við hesum sæst at ISO 9000 er eitt leisluamboð bygdt á sunt vit og skil, sum so aftur merkir, at tað skjalprógvaða góðskukervið ikki er meira bureaukratist, enn virkisleiðslan sjálv ger tað til.
Stutt sagt er kervi ein trygging fyri virkið, tí vandin fyri brekum gerst so lítil sum møgulgt. Avger eitt virki at blíva skjalprógvað, so fáa viðskiftafólkini størri áliti á virkinum, tí eitt óheft eftirlit er av virkinum, og at leislan hevur bundið seg til í verki at brúka sítt í orðum lýsta góðskukervi.
Hví ISO 9000
Virkir velja at fáa sær eitt ISO 9000 góðskukervi tí at kappingarneytarnir hevur eitt slíkt; tað kann verða eitt viðskifta- ella lógarkrav. Onnur virkir fáa sær ISO 9000 góðskukervi, fyri at fáa betur tamarhald á framleisluni og harvið spara pening. Onkur virki hava sagt, at tey hava spart 10 % av umsetninginum, eftir at ISO 9000 góðskukervi var innført.
Men fleiri eru vorðin vónsvikin, tí tey hava fyngi eitt góðskukervi, sum er tungt og bureaukratist at umsita, og tað kostar nógv at viðlíkahalda. Í ringasta føri hevur góðskukervi, ikki ført nakrar batar við sær.
Hvat er so galið ?
Avmarkingar
ISO 9000 skipanin er skrivað rættuliga breið, tað vil siga, at skipanin dekkar øll sløg av virksemi. Tað hevur haft við sær, at nøkur virki hava gjørt eitt góðskukervi, sum uppfyllur øll økir í skipanini, fyri at verða vísur at umfevna alla skipanina. Tað hevur so havt við sær, at tey hava fingið eitt tungt og bureaukratist góðskukervi, sum ikki er egna til tað arbeiðslag sum virki hevur.
Onnur virki hava bert tikið tað við, sum skipanin krevur, og so lati tað ligið, sum skipanin ikki krevur. Til dømis krevst ikki, at virkið hevur eina skipan, sum tekur hædd fyri møguligum nýggjum viðskiftakrøvum. Fyri at eitt virki skal yvirliva framyvir, er tað av stórum týdningi at fylgja við øllum nýggjum, sum kemur fyri dagin.
Skipanin krevur heldur ikki, at góðskustevnan skal byggja á møguligar møguleikar, sum t.d. at betra um mannagongdir og virkisskipanir, sum skula økja um virksemið og yvirskotið.
ISO 9000 skipanin í sær sjálvari, skapar einki.
Góð úrslit við góðskukervinum
Virkir, sum við hepnari hond hava økt um framleiðsluevnini og avmarka brekini, hava, tá góðskukervið er framt, fokuserað á góðskubetring. Hesi virki síggja ISO 9000 sum eitt amboð fyri at náa góðskubetringum, og ikki bara sum eitt mál í sjálvum sær.
Tey virkir, sum hava haft góð úrslit við at seta í verk ISO 9000, hava gjørt eitt góðskukerv eftir teirra egnu treytum og ikki eftir ISO 9000 skipanini. Tá góðskukerv er orðað fyrstu ferð, er tað tillagað soleiðis, at tað er innan rammurnar av ISO 9000 skipanini.
Ikki einans verður góðskukervi tillagað, so at tað kann skjalprógvast og vera nýtuligt í verki. Undir tilevnani av góðskukervinum, eru miðvísar góðskubetringar gjørdar, fyri at økja um vinningsbýtið og um framleiðsluvirksemið. Hetta verður gjørt við serligum tiltøkum, fyri at avmarka ta arbeiðstíð, íð fer til feilframleislu. Endamálið við at seta í verk góðskubetringar er ikki bara at fremja arbeiðshættir fyri at avmarka beinleiðis útreið-slur, men eisini fyri broyta og bøta um mannagongdir og virkisgongdir, fyri at betra siðvenjuna og umhvørvið á arbeiðsplássinum.
Tað hevur týdning at góðskubetringarmannagongdirnar verða gjørdar í samstarvi við starvsfólkið, har leislan hevur gingið á odda fyri at skapa umstøður, soleiðis at hvørt einstakt starvsfólk verður eggjað til at luttaka í góðskubetringunum.
Sagt við ørðum orðum: gagnvirið liggur í mannagongdunum, sum eru gjøgnumførdar fyri at betra um góðskuleisluna og tá skipanin varð stovnað, og ikki í sjálvari ISO 9000 skjalprógvanin.
Tað stóra kynstri hjá leiðsluni er so at tryggja, at tað javnan verða gjørdar betringar, og at halda fast um tær long íverksettu ábøturnar. Hetta merkir at leislan leggur eina ættlan við útgangsstøði í virkisbygnaðinum har møguleikar eru fyri betringum, og sum enda við smáum framskygnum málum, sum virkið skal skipast eftir.
Í Føroyum eru tvey virki, sum hava gjøgnumgingið eina skoðan og hava fyngið skjalprógvan fyri, at teirra góðskukerv er góðkend eftir ISO 9000 skipanini.
Hesi virki eru Sp/f Grannskoðan Jóannis Skorheim úr Klaksvík og Sp/f Heri Thomsen Transport Service úr Gøtu, sum ávíkavist hava eitt góðskukervi eftir DS/EN ISO 9001 & 9002.
Virkini valdu Bureau Veritas Quality International (BVQI) at skoða og skjalprógva teirra góðskustýringsskipanir.
Í Føroyum verður BVQI umboða av Bureau Veritas Føroyar, sum hevur skrivstovu á Strondum.
Bureau Veritas hevur klassa føroysk skip síðani 1863. Tað var skipið Falken hjá reiðarínum Mortensen á Tvøroyri, sum fekk handa klassaskjølini tann 9. September 1863.
Bureau Veritas Føroyar
Andras Gregersen