Høvuðstrupulleikin í hesum liggur í skriftmálinum, tí tað er ein almennur hugburður, at skriftmálið er rættari enn talumálið, men hetta er púra skeivt. Skriftmálið er til fyri at úttrykkja talumálið. Hesin almenni hugburðurin kemur av, at føroyingar so leingi vóru uttan skriftmál. Og tí var tað vigtugt, tá føroyingar endiliga fingu sítt egna skriftmál, at mann royndi at varðveita tað serføroyska. Men at málið tá var ávirkað av donskum er eitt faktum. Menn royndu so at fáa øll hesi "donsku" orðini úr málinum og seta føroysk í staðin, men tað hevur enn ikki eydnast, og tí er tað eisini uppá tíðina, at mann aksepterar, at í føroyskum eru orð, sum hava sín uppruna í donskum, men sum nú kunnu kallast føroysk. Tey hava verið brúkt í fleiri hundrað ár og eru tí somikið inngrógvin í tað føroyska málið, at mann gott kann kalla tey føroysk. Tað eru nógv dømi uppá tílík orð, her kunnu nevnast nøkur: "ferdugt", "fjernsyn", "behandla", "betala", "begynna", "tonkja", "forstanda", "viss" o.o.
Eitt er at mann roynir at seta mørk og at verja móðurmálið, og tað er eisini púra rætt, men eitt annað er at akseptera, at í føroyskum eru ein rúgva av uppruna-liga donskum orðum, líka sum tað eru ein rúgva av upprunaliga norrønum ella íslendskum orðum. Tað er snedugt, at fólk flest halda, at orð úr norrønum ella íslendskum skulu vera rættari enn orð úr donskum. Tað má vera orsakað av, at føroyingar hava verið undir donskum valdi so leingi, at ein illvilji er ímóti donskum. Men harafturímóti hava fólk virðing fyri íslendingum, tí teir hava varðveitt sítt upprunaliga mál alla tíðina, eisini undir tí danska valdinum; men teir hava eisini havt eitt skriftmál at styðja seg til í mun til føroyingar.
Eg havi her víst á, at danskt hevur havt stóra ávirkan á føroyskt, og tað mugu vit akseptera. Um vit ikki gera tað, fer tað at følast ónatúrligt og møðsamt at skula úttrykkja seg á føroyskum. Málið skal helst ikki vera "so føroyskt, at mann ikki forstendur tað".