Hvat billar Poul Michelsen sær inn

Tað er sum at hoyra loppu goyggja, tá Poul Michelsen brádliga skal læra øll onnur um, hvussu tingini skulu gerast, sigur Heðin Mortensen

- At fleiri stórmál drukna í “garvillum tunnilsætlanum, har tinglimir úr Javnaðarflokkinum hava ein høvuðsleiklut”, er so langt úti, at eg má spyrja, hvat Poul Michelsen billar sær inn, sigur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin.

 

Fyrr í vikuni kom Poul Michelsen, formaður í Framsókn við eini hóttan móti Javnaðarflokkinum, at um løgmaður ikki fekk skil á innanhýsis í flokkinum, fór Framsókn at slíta samgonguna.

 

Helena Dam á Neystabø var skjót úti at harta Poul Michelsen fyri hóttanina og nú letur hin royndi løgtingslimurin í tingmanning floksins hoyra frá sær um sama mál.

 

Heðin Mortensen heldur, at heldur enn at harta Javnaðarflokkin, skuldi formaðurin hjá Framsókn hugt inn í seg sjálvan.

- Tí har sær ikki alt ov gott út, sigur hann.

 

Tað er millum annað uppskotið, sum Heðin Mortensen hevur lagt fram saman við andstøðulimum um at framskunda Fámjinstunnilin, sum fær Poul Michelsen at taka so rívan til, men Heðin Mortensen heldur, at hann skuldi sjálvur hugsa meiri um ein annan tunni, nevniliga Eysturoyartunnilin.

 

Heðin Mortensen kallar tað eitt beinleiðis lyftisbrot og reinur ørskapur, nú einans tvær milliónir krónur eru settar av til innkomuvegin til Havnar í 2019, umframt einans 8,5 milliónir í ár.

 

- Var nakað skil í, so vóru sjálvandi einar 30 milliónir krónur játtaðar beinanvegin, so innkomuvegurin fór í gongd beinanvegin, og síðani skuldu 30 milliónir krónur verið játtaðar um árið, til vegurin var liðugur, tí við eini slíkari játtan kundu vit altíð sett meira ferð og meira pengar av, so hvørt sum brúk var fyri tí. Tað ber altso ikki til, at ein innkomuvegur til Havnina ikki skal vera liðugur fyrr enn í 2022, tá Eysturoyartunnilin er liðugur í 2020, sigur Heðin Mortensen.

 

 

Tí er tað sum at hoyra loppu goyggja, tá Poul Michelsen brádliga skal læra øll onnur um, hvussu tingini skulu gerast. So leingi sum hann og restin av landsstýrinum ikki arbeiðir við eitt sindur av sunnari fornuft, skal hann ansa sær við at seta tingini upp í ein spíss, sigur tingmaðurin hjá Javnaðarflokkinum.

 

Les lesarabrævið her.