Í Sosialinum seinasta leygardag verður Høgni Hoydal endurgivin fyri at siga, at hann altíð hevur virðing fyri, at fólk gera vart við, at tey ikki vilja vera sjálvstøðug.
Her má ein undrandi spyrja, hvønn hann tosar um? Hvar finna vit tann føroying, sum ikki vil vera sjálvstøðugur?
Millum øll tey, sum liva og búgva í Føroyum í dag, finnur tú ongan!
Men kanska hugsar Høgni Hoydal um teir túsundtals føroyingar, sum noyddust at ríma frá sínum kæra heimlandi, og sum nú eru við at missa vónina um at koma heimaftur, vegna loysingarætlanina hjá Høgna Hoydal.
Hesi túsundtals føroyingar, sum noyðast at liva í útlegd, eru ikki sjálvstøðug. - Les annars meira um hendan vansan, sum er nærri lýstur í Hvítubók á síðu 77 og 78 í fylgibindi 1.
Har verður víst til avleiðingar av loysingarætlanini. Millum annað verður víst á: »...at almennu íløgurnar, lønirnar, nýtslan ella okkurt annað minkar, ella at meiri verður kraft inn í skatt«.
»Tá landskassans útreiðslur minka, fer tað at fáa árin á allan búskapin. Um til dømis alment lønta fólkið fækkast, fer hetta at merkja, at arbeiðsloysið veksur. Samstundis merkir tað, at eftirspurningurin eftir vørum og tænastum frá privatu vinnunum minkar, og tískil at fólk eisini verða søgd úr starvi í privatu vinnunum.
Vaksandi arbeiðsloysi merkir, at fólk flyta av landinum, og at lønin fellur«.
Sera dapur lesnaður. Við hesi nýggju fráflyting, vera tað enn fleiri føroyingar, sum ikki eru sjálvstøðugir.
Hví ynskir Høgni Hoydal at reka slíkan politikk, sum hevur ta avleiðing, at fólkið má ríma og liva í útlegd?
Gamaní, Hvítabók skrivar eisini, at fallandi lønarlagið merkir, at kappingarførið í útflutningsvinnuni gerst betri, og tað vil aftur hava við sær, at nøkur av teimum fólkunum, sum mistu arbeiðið, fáa nýtt starv.
Tann fyrrnevnda avleiðingin, (nýggj fólkaflyting, færri íløgur, lægri lønir, minni nýtsla, størri arbeiðsloysi, ella eitt størri skatta- og avgjaldstrýst) eru avleiðingar, sum tú ikki sleppur undan, og er sostatt kend uppá forhond. Men hin avleiðingin (at tað fallandi lønarlagið seinni fer at vinna tað mista innaftur), er munandi meira ivasamt og eisini ókend.
At enda spyr Høgni Hoydal Sambandsflokkin, hvat hann sigur til, at vit hava eina fólkaatkvøðu um at varðveita verandi heimastýri?
Ein sera løgin spurningur
Er tað veruliga bara Høgni Hoydal, sum ikki veit, at Sambandsflokkurin hevur gjørt eitt skilagott nýskipanaruppskot, av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark? Her er talan um eitt uppskot, har Føroyar gerast alt meira sjálvbjargnar. Eitt uppskot, sum vil varðveita og geva komandi ættarliðum fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi. Eitt uppskot, sum ikki er ivasamt, ella byggir á tað ókenda, so sum loysingaruppskotið hjá Høgna Hoy*dal.
Trygvi F. Guttesen