Danska veðurstovan DMI sigur um veðrið í dag, at tað verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi, 8 - 13 m/s, í støðum upp í hvassan vind, 15 m/s. Seinni í kvøld minkar vindurin til 6 - 10 m/s. Skýggjað og fyri tað mesta turt. Hitin alt samdøgrið millum 7 og 10 stig.
Í morgin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 - 10 m/s, sum seinni snarar í ein sunnan og veksur til 8 - 13 m/s og um kvøldið fer upp í hvassan vind, 15 m/s. Turt og yvirhøvur skýggjað, men um kvøldið fer at regna av vestri. Hitin millum 7 og 9 stig um dagin. Um kvøldið og um náttina veksur hann vindin meira til 10 - 15 m/s, men seinni um náttina minkar aftur. Tað klárnar út á náttina og verður skiftandi skýloft við einstøkum ælum ella vátakava.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 - 15 m/s, sum seinni minkar til 5 - 10 m/s. Nakað av sól, men eisini einstøk æl. Um náttina snarar vindurin í ein eystan og veksur til 10 - 15 m/s. Hitin millum 4 og 7 stig.