Tað er bara ta einu ferðina, at genturnar á Hvassa ikki hava vunnið FM-róður í ár. Í dag var tó eingin ivi, tá tær hildu seg væl framman fyri næstu kappingarneytarnar.
Næsti báturin var Tambar, sum við hesum vann seg upp á annað plássið í samlaðu FM-kappingini.
Úrslitið í dag
1 Hvassi 05:28.20
2 Tambar 05:31.00
3 Drekin 05:34.12
4 Teistin 05:41.10
5 Blikur 05:43.11
6 Ørnin 05:44.14
Støðan í FM
1 Hvassi 40
2 Tambar 28
3 Drekin 28
4 Ørnin 15
5 Blikur 13
6 Teistin 8