Hvar vart tú tá tíðindini um flogvanlukkuna í Mykinesi bórust?

Bergljót D. Hentze, sjónvarpskvinna:

? Eg havi nokk verið 17 ára gomul tá, so eg gekk í 1. g. Vit sótu heima hjá okkum og ótu døgurða, tá vit hoyrdu tíðindini um vanlukkuna í útvarpinum.
Vit vóru øll ræðuliga skelkað av hesum. Foreldur míni áttu vinfólk, sum vóru við flogfarinum, so tú kanst ætla, at tað ávirkaði okkum nógv.
Eg minnist eisini, at veðrið var ringt tann dagin. Nógvur vindur og regn. Restin av degnum fór so við at lurta eftir útvarpinum fyri at frætta meira, um hvat var hent og so framvegis.
Hetta fylti nógv í okkara lívi í langa tíð aftaná. Vit vóru eisini til jarðarferðina, og vit tosaðu nógv um tað í eftirtíðini. Men so við og við bleiv tað lagt afturum, tó at man av og á hevur hugsað um tað.
Bókin hjá Grækarisi D. Magnussen um vanlukkuna, bjargingararbeiðið og Landssjúkrahúsið vakti eisini nøkur minni fram aftur.
Tað var ein skelkandi hending fyri allar føroyingar.