Á tingfundi týsdagin fer Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, at greiða løgtinginum viðurskiftunum hjá føroyskum sendifólkum. Tað er Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett honum ein skrivligan fyrispurning.
Hon spyr soleiðis:
– Hvørja diplomatiska støðu hava føroysku sendifólkini, og gevur hendan diplomatiska støðan atgongd til neyðug sambond?
– Hvørjar útreiðslur hevur føroyski landskassin til samsýningar til føroysku sendifólkini?
– Hvør sær og samlað?
– Hvørjar útreiðslur hevur føroyski landskassin til skrivstovuhaldið hjá sendistovunum? Hvør sær og samlað?
– Hvørjar viðbøtur er talan um í sambandi við uttanlandsuppihaldið hjá sendifólkunum?
– Hvørjar útreiðslur hevur føroyski landskassin av hesum viðbótum?
– Hvørjar útreiðslur hevur føroyski landskassin til bústað hjá sendifólkunum? Hvør sær og samlað?
– Hvar eru føroysku sendifólkini skattskyldug?
– Undir hvørjum treytum rinda føroysku sendifólkini skatt?
– Eru tær ymisku viðbøturnar, sum eru tengdar at uttanlandsuppihaldinum hjá sendifólkunum, skattskyldugar?
– Um hesar viðbøtur eru skattskyldugar, hvar eru tær skattskyldugar?
– Hvat metir landsstýrismaðurin, at føroyska samfelagið fær burturúr at hava sett tær 5 sendistovurnar á stovn? Her verður hugsað um, hvat gagn er fyri vinnulívið, mentanar- og listaumhvørvið, útbúgvingarumhvørvið, politisku skipanina og samfelagið yvirhøvur?
– Fær landsstýrismaðurin í uttanríkismálum nakrar regluligar skrivligar frágreiðingar um virksemið á sendistovunum?
Í viðmerkingar til fyrispurningin sigur hon soleiðis:
Føroyar hava 5 sendistovur, sum eru í Keypmannahavn, London, Brüssel, Reykjavík og Moskva. Nú verður so umrøtt, at ætlanir eru um at seta fleiri sendistovur á stovn.
Tilsamans 11 fólk eru í starvi á teimum 5 sendistovunum. Eitt av hesum fólkunum er ikki í fullum starvi. Talan er um 5 sendifólk og um skrivarar hjá sendifólkunum, sum lýst undir grein 13 í fíggjarlógini.
Endamálið hjá sendistovum Føroya er í høvuðsheitum, eins og hjá øðrum londum, at skapa og røkja sambond í vertslandinum og miðla kunning og sambond millum heimlandið og vertslandið til tess at fremja áhugamál Føroya - politiskt, vinnuliga, mentanarliga og á annan hátt.
Uppgávurnar hjá hvørji einstakari sendistovu eru neyvari lýstar í fíggjarlógini undir grein 13.
Tað er eyðsæð, at gott samband við umheimin hevur stóran týdning fyri Føroyar. Einki samfelag og einki land kann standa einsamalt uttan gott samskifti, góðan samhandil, politiskt samstarv og samstarv annars á øllum økjum við onnur lond.
Við Føroya støðu í mun til landafrøði, stødd og fólkatali í huga, er tað avgerandi at hava røttu karmarnar fyri samstarvi við onnur lond, í mun til marknaðaratgongd, vinnulív, útbúgving og gransking, mentan og list, og á øðrum økjum av týdningi fyri føroyska samfelagið.
Í fíggjarlógini er yvirlit yvir kostnað av sendistovunum. Tað er tó torført at síggja, hvussu hesar upphæddirnar verða brúktar, og tí er ringt at vita, um vit brúka útreiðslurnar til sendistovur á besta hátt.
Fyri eitt hvørt samfelag eigur almenna fíggingin at verða brúkt, so at sum mest fæst fyri hvørja skattakrónu.
Ein og hvør skipan skal støðugt metast og eftirmetast fyri at vita, um skattakrónurnar verða brúktar á rættan hátt.