Hvar fer ein atkvøða fyri Javnaðarflokkinum

Kunnu tey, ið eru fyri samstarvi innan ríkisfelagsskapin, liva við Javnaðarflokkinum

Johan Dahl
Sambandsflokkurin

Javnaðarflokkurin hevur vítt til veggja ríkisrættarligu støðuni. Soleiðis segði formaður Javnaðarfloksins, Jóannes Eidesgaard, í Norðurlandahúsinum sunnukvøldið.
Við øðrum orðum:
Ein atkvøða fyri Javnaðarumboðum er líka væl ein atkvøða fyri loysing sum fyri ríkisfelagsskapi.

Hasard
Kunnu tey, ið eru fyri samstarvi innan ríkisfelagsskapin liva við hesum? Er atkvøðan ikki spilt við at atkvøða fyri flokkinum, sum onga fasta støðu hevur til hendan felagsskap?
Ein atkvøða fyri Sambandsflokkinum ella einum av umboðum hansara er ein trygg atkvøða fyri samstarvi innan fyri ríkisfelagsskapin. Alt annað er at spæla hasard við atkvøðu síni.
Valið er einfalt. Vel Sambandsflokkin - tín trygd fyri áhaldandi vælferð og menning.