Hvar fara hesi at halda jól?

- Hjá okkum er eingin ivi um, hvar jólini skulu haldast, sigur Eva úr Dímun, bóndakona í Stóru Dímun.

Hjúnini, Eva úr Dímun og Jógvan Jón Petersen, sum er ættaður av Sandi, hava hildið flestu jól í Stóru Dímun, síðan tey komu saman fyri 16 árum síðan. Tey eiga tvey børn, sum eru ávikavist 13 og 15 ára gomul.

 

Eva úr Dímun sigur, at umframt lítlu familjuna hjá henni og Jógvani Jón, búgva eisini beiggi hennara, Janus, konan Erla og teirra trý børn, tvey, fýra og seks ára gomul, í Stóru Dímun.

 

Men, hvar og hvussu fara nú hesi og onnur í familjuni við at halda jól, nú høgtíðin stundar til, og hvat verður gjørt burtur úr nýggjárinum?

 

Blaðið hjá Miðlahúsinum, sum kemur í hvørt hús mánadagin - á tremur við jólaheilsum - hevur skift orð við Evu úr Dímun um mangt og hvat, og her verður dentur lagdur á jólini og dagliga arbeiðið á Dímunargarði.