Hvar fór tann kritiska Dimman?

Vit skilja ikki altíð okkara kapp­­ing­ar­neytar á Dimma­lætt­­ing. Eitt dømi er odd­a­­grein­in í blaðnum mán­a­dag­in: Fyri fyrstu ferð nevn­ir blað­ið stóra mál­­ið um løg­mann, sum hev­ur sagt ósatt fyri trimum fjøl­miðlum.

Dimmalætting ber í bøtu­flaka við løg­manni, sum í Degi og Viku tók ábyrgd av, at hans­­ara fyr­itøkur ikki megn­aðu at gjalda hvørjum sítt og rann und­an fyrr givnum út­meld­­ing­­um um, at hann ikki hevði á­byrgdina.

Og so staðfestir blaðstjórin á Dimm­a­lætting:

– at høggast um orð og heilt neyvt hvat hann fyrr hev­­ur sagt gevur ikki mein­ing long­­ur. Løg­mað­ur tek­ur á­­byrgd­i­­na og við­gong­ur, at hann í fyrr givn­um út­tal­ils­um í sama máli, ikki hev­ur skilt sann­­­leik­an heilt á sama hátt sum onnur.

Og so vónar Dimma­lætt­ing, løg­­­mað­u­r nú hev­ur vask­að øll tey skitnu klæð­ini og kann byrja av nýggj­um við nýggj­um áræði:
– og við hondini um stýr­is­­vøl­in, so vit sum borgarar í Før­oy­um kunnu merkja, at róðr­ið er í góðum hondum...

Heilt erligt! Hvat varð av ó­hefta og kritiska tíð­ind­a­­blað­­num, tí skarpa penn­i­num, ið við fjórða stats­veld­is­ins skjaldr­a­merki skuldi halda teim ráð­­­­andi skák­mát og av­dúka lygn­­ir og rang­snúgv­i­ng­­a­r og ó­­­reið­­i­lig­ar pol­­i­t­ik­ar­ar?

Nei, vit spyrja bara. Vit halda als ikki, at løgmaður er vask­­aður. Hann er tvørt­ur­í­­móti dálk­að­ur og av­­dúk­að­ur fyri at dylja, at hann hev­ur kost­­að land­­­i­num mill­i­­ón­ir við at hava giv­ið bæði Taks og Bank­Nordik stór tap. Løg­maður royndi at dylja hetta sum longst, men varð av­dúkaður – og var eis­ini av­d­úk­að­ur fyri slett ikki at kenna sína ábyrgd sum nevnd­ar­formaður.

Heldur enn at bera í bøtu­flaka og skava útyvir, so átti »krit­­iska« Dimmalætting held­­ur at sett spurnignin, um løg­­mað­ur er ha­bil­ur at stýra land­i­num, tá hann fór so yv­ir­flat­­iskt til verka sum vinn­u­lívs­mað­ur, at onnur fingu rokn­ing­ar fyri tví­siffr­að­ar millón­a­upp­hædd­ir!