Hvar eru bandupptøkurnar, Høgni Hoydal?

 Bíðað verður í tolni eftir svarinum frá Høgna viðv. Frank Jensen bandupptøkkuni  hvat bleiv av teimum, spyr Johan Dahl, løgtingsmaður

Johan Dahl, løgtingsmaður





Undirritaði spurdi fyri vikum síðan formann Tjóveldisfloksins, um hann ikki kundi greiða okkum minni vitandi frá, hvat var blivið av famøsu bandupptøkuni frá fullveldissamráðingunum á sinni  men tað er stilt sum í grøvini frá tjóðveldisformanninum.
Hevur kanska ikki tíð at spyrja teir, sum vóru við honum til fundin og framdu hesa tápuligu gerð, hvar bandið/bondini blivu av, nú nógv er at gera hjá flokkinum við ST fráboðanir og endaligum staðfestinugm av ómissandi sjálvsavgerðarrætti okkara í altjóðarættinum.
Høgni tú skyldar okkum eitt svar.
Ella skulu vit ganga út frá, sum orðatakið sigur, at tann sum tigur hann samtykkir, og at tú so hervið er samdur við okkum ivasomu í, at tær ivaleyst liggja fjaldar í onkrum skýmaskoti til seinni »søguligt« brúk.
Livst so spyrst.
faromar@post.olivant.fo