Hvar er talgilda skipanin

Annita á Fríðriksmørk, Tjóðveldi, vildi hava at vita frá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, hvusu langt skipanin Talgildu Føroyar er burtur

Uppá spurningin um, hvar talgilda skipanin fyri Føroyar er, so segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, at 1. januar 2018 hava vit eina talgilda føroyska undirskrivt til allar borgarar.

 

Tilboðini verða innheintað í heyst. Í summar er gjørd ein avtala við peningastovnarnar um skipanina, so stovnarnir gjalda ein part a v skipanini.

 

Annita á Fríðriksmørk segði, at tað er vanligt at fólk ivast í hvussu langt hetta er komið, tí framvegis verða fólk biðin um at brúka Nem-id í peningastovnunum.

 

Landsstýriskvinnan segði, at arbeiðið er ógvuliga rkevjandi, serliga tá ið tað snýr seg um trygd í skipanini.